![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Hóast tað vóru umleið 1.500 atgongumerki fleiri til sølu til hendan dystin, í mun til teir undanfrarnu hjá manslandsliðnum, so gingu ikki nógv fleiri minuttir enn tað hevur gjørt seinastu ferðirnar, til alt var farið.
Heimasíðan atgongumerki.fo krassjaði so at siga beinanvegin, atgongumerkjasølan byrjaði, men fólk sluppu at keypa á tjarnir.atgongumerki.fo.
Heilt stutt eftir klokkan 10, kanska 1-2 minuttir yvir, vóru fólk "sett seg á hvørt einasta setur" - hvør einsakur kundi keypa seks bilettir. Frá klokkan 10.00 gingu í øllum heilt fáir minuttir, so vóru øll sitiplássin heilt farin. Summi vóru inni undir ein minutt aftaná og sóu einki, sum ikki var reytt ella appelsingult.
Nakrar minuttir yvir 10, umleið 7-8 minuttir - vóru umleið 500 pláss atgongumerki eftir - øll standipláss.
Klokkan var at síggja til enn ikki 10.10, tá øll standiplássini - ovast við á hvørjari síðu, vórðu tikin.
Tað vil siga: Undir tíggju minuttir til man ikki kundi seta seg á at keypa nakað atgongumerki til Føroyar - Niðurlond við Tjarnir á almennu atgongumerkjasøluna.
Alment var útselt umleið klokkan 10.20. Tá vóru øll siti- og standiplássini bíløgd og rindaði fyri.
Stórur áhugi fyri fyrsta landsdystinum við Tjarnir, og fyrispurningar og smávegis søla á Facebook er longu at síggja.
Føroyar taka ímóti Niðurlondum í EM-undankappingini mikudagin 12. mars. Tað verður fyri fullsettari høll í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald