Hondbóltur

Vilhelm Poulsen við sjey málum í steypasigri

Høgri bakkurin gjørdi bart og varð javnsettur toppskjútti, tá hann fekk størri leiklut í álopinum. Hákun West av Teigum gjørdi sítt, tá Füchse Berlin eisini spældu seg til áttandapartsfinalurnar.

Tað varð eitt gott kvøld hjá Vilhelmi Poulsen og Hannover (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað varð eitt gott kvøld hjá Vilhelmi Poulsen og Hannover (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-02 20:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen vóru við at spæla síni lið víðai til áttandapartsfinalurnar í DHB Pokal í gjár.

Hákun West av Teigum var tryggur í trimum kontramálum í fyrra hálvleiki,  tá  Füchse Berlin sendi Wetzlar út við 35-30 sigri.

Sí málini á SiggiChannel niðanfyri ella her

[object Object]
Hákun West av teigum og Vilhelm Poulsen avgreiddu sínar uppgávur í steypakappingini væl (Mynd: Sverri Egholm)

Vanligi síðumakkarin hjá Hákuni á landsliðnu, hevði væl størri álopsleiklut enn vant hjá Hannover Burgdorf, tá liðið í gjár vann greitt á Bayer Dormagen.

Vilhelm Poulsen varð við sjey málum - uppá ellivu skot - javnsettur toppskjútti hjá Hannover Burgdorf. Umráðandi fyri sjálvsálitið hjá sterka føroyska bakkinum.

Talan var um gjøgnumbrot, langskotshøgg og kontramál.

Sí tey sjey málini hjá Vilhelmi Poulsen á SiggiChannel niðanfyri ella her:

Eftir 38-23 er Hannover-Burgdorf, eins og Füchse Berlin, í áttandapartsfinalunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder