Tað gjørdist sum kunnugt til 1-1 javnaleik á Tórsvølli í dag, í dystinum millum Føroyar og Norðurmakedónia. Vit fingu orðið á liðformannin og málskjúttan til 1-0, Viljorm Davidsen.
- Kenslan er OK
Norðurmakedónia er hægst styrkismetta liðið í bólkinum hjá Føroyum. Hóast hetta, so iðrar liðformaðurin seg um at liðið ikki fór avstað við øllum.
- Vit spæla í dag móti favorittunum til at vinna bólkin, so tað at vit megna at skava eitt stig saman, tað eru vit glaðir fyri. Kenslan at fáa eitt stig er OK, men vit vildu sjálvsagt ynskt at farið avstað við øllum, sigur Viljormur Davidsen.
Liðformaðurin er glaður fyri teir møguleikar sum liðið skapti, men er argur um at ikki fáa trý stig.
- Vit eru jú á Tórsvølli, har allir vilja vísa seg. Vit fáa skapt nógvar møguleikar og vit eru enntá frammanfyri 1-0. Tað er ótrúliga týdningarmikið at fáa nóg mikið av sjálvsáliti inn í dag og teir ungu miðverjarnir vit spæla við í dag, gera tað eisini ótrúliga væl, sigur ein stoltur liðformaður.
Her skorar Viljormur Davidsen til 1-0 til Føroyar, við brotssparki, longu í áttanda minutti (Mynd: Sverri Egholm)
Liðformaðurin leggur afturat, at teir, sum hava verið við leingi vita, at tað skal so lítið til, so koppa tingini teirra veg.
Libero-leikluturin hjá Gunnari Vatnhamar
At síggja til, so spældi Føroyar við fimm monnum í verjuketuni móti endanum av dystinum. Vit spyrja Viljorm um tankarnar aftanfyri hesa taktisku avgerð.
- Gunnar hevur ein ávísan libero-leiklut, har hann spælur sum 6'ari, men kann detta niður í miðverjuna og tað dugir hann ótrúliga væl. Hetta hjálpur mátanum sum vit spæla uppá, tí tað ger at vit hava ein mann sum kann hoppa millum fleiri positiónir og tað ger, at vit skapa jaligt spæl og vandamiklar álopsroyndir.
- Vit skulu halda uppá bóltin enn meir
Spurdur um hvat føroyska landsliðið skal gera øðrvísi, nú teir fara til Riga í Litava í morgin, sigur liðformaðurin er sjóneyka er sett á sjálvt bóltspælið.
- Vit skulu halda enn meir uppá bóltin, umframt at fáa meir flow í spælið. Vit skulu megna at venda skjótari, so vit gerast meir róligir tá vit hava bóltin, sigur Viljormur Davidsen.
- Vit skulu steðga mótstøðuliðnum at fara í skjótálop alla tíð. Harafturat skulu vit steðga at standa og verja alla tíð, men royna at skapa nógvar møguleikar og støður annars.
Liðformaðurin leggur afturat, at hóast teir ynskja at hava bóltin meir, so vilja teir heldur hava bóltin minni og skapa málmøguleikar, heldur enn at havfa bóltin meir, og skapa færri málmøguleikar.
- Vit mugu hava sama stríðsanda og hugburð í Riga týsdagin, sum vit vísa í dag, so kann alt henda, sigur Viljormur Davidsen at enda.
Dysturin móti Lettlandi verður spældur týsdagin klokkan 17 og Kringvarpið vísur dystin. Portalurin hevur fólk á staðnum og hevur ymiskt tilfar í sambandi við dystin.
Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
Føroyar - Norðurmakedónia 1-1 (1-0)
Viljormur Davidsen, br. 8' 1-0
Enis Bardhi, br. 49' 1-1
Les eisini samanumtøku av seinna hálvleiki her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald