Komandi fríggjadag og leygardag verða vinardystir í billard millum Føroyar og danska billardfelagið B67 í Herning. Spælt verður á borðunum í Havnar Billardfelag og hjá Klaksvíkar Billardfelag. Vinardystirnir eru framhald av vitjanum hjá føroyskum billardspælarun í Herning í ávikavist 2018 og 2022. Herning Billardklub vitjaði í Føroyum í 2019.
Nú koma so átta av teimum frægastu spælarunum úr Herning til Føroya at dystast og vísa síni kynstur. Keylubillard, sum verður spælt í Føroyum, er eisini tann greinin innan billard, sum verður einamest spæld í Danmark.
Millum føroysku luttakararnar eru flestu av okkara frægastu spælarum teirra millum verandi FM meistarin Páll Heri Nolsoy av Tvøroyri. Aðrir luttakarar eru m.a. Hallur Joensen, Kristian Sune Høgnesen, Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen úr Klaksvík og Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen og Per Hansen úr Havn. Haraftrat eru eisini spælarar av Skálafjørðinum og úr Fuglafirði.
Samstarvið við billardfelagið í Herning kom í lag við íblástri frá Halli Joensen, sum sjálvur hevur búð og spælt í Herning.
Fyrstu ferð eitt føroyskt billardlið fór út um klettarnar at dystast var í 1977, tá spælt varð í Vejle. Tá var tað eisini ein klaksvíkingur, sum tók stig til ferðina, nevniliga Haldor Holm, sáli.
FM kappingarnar fyri lið og einstaklingar av
Herfyri tók Klaksvíkar Billardfelag ímóti flestu av bestu spælarunum í landinum til einstaklinga FM. Ta kappingina vann Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri, Nr. 2 gjørdist Hallur Joensen úr Klaksvík og nr. 3 Ólavur Kjølbro úr Havn. Í hølunum á teimum kom Per Hansen úr Havnar Billardfelag, ið stóð seg sera væl í kappingini men tapti til Ólav Kjølbro í dystinum um triðja plássið.
Klaksvíkar Billardfelag gjørdist føroyameistari fyri lið, nr. 2 gjørdist Tvøroyrar Billardfelag og nr. 3 Havnar Billardfelag.
Í 2. deild gjørdist Fuglafjarðar Billardfelag vinnari og merkir tað, at vit aftur fara at síggja felagið í bestu deildini komandi kappingarár. Endaspurturin gjørdist ómetaliga spennandi og vunnu fuglfirðingar við einum stigi meira enn tvøramenn. Her var tað fyrst og fremst Bjarni Skaale, sum gjørdi vart við seg við sera góðum spæli. Hann hevur verið burturfrá nú í mong ár men givið er, at vit fara at síggja meira til henda fræga spælara.
3. deildina vann Havnar Billardfelag men nýggja felagið á Skálafjørðinum fylgdi tó væl við og gjørdist nr. tvey.
Ein fegin borgarstjóri, Karl Johansen, var við til at handa steyp til FM vinnararnar. Klaksvíkar kommunu fyri at takka at ítróttargreinar sum billard hava so góðar umstøður. Her er hann í rúmligu hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag saman við teimum trimum bestu frá FM kappingini, Páll Hera Nolsøe, Halli Joensen og Ólavi Kjølbro.
Borgarstjórin handar FM meistarunum fyri lið, Kristian Suna Høgnesen og Urbanus Olsen steyp.
Páll Heri Nolsøe og Eyðun G. Svalbard (Gullokk) vunnu silvur í liðkappingini.
Borgarstjórin handar liðformanninum hjá Havnar Billardfelag 1, Jógvan Jørgensen bronsuna. Við hansara lið Ólavur Kjølbro, sum saman við Per Hansen mannaðu besta liðið hjá Havnini.
Fuglafjarðar Billardfelag er aftur í bestu deildini. Felagið vann tepurt við einum stigi á næstbesta liðnum hjá Tvøroyrar Billardfelag. Karl Johansen, borgarstjóri handar Árant Berjastein og Jákup A. Lambaa vinnandi steypið, sum gevur atgongd til bestu deildina komandi kappingarár. Á liðnum var eisini Bjarni Skaalum.
Bjarni Skaalum úr Fuglafjarðar Billardfelag hevði besta einstaka umfarið í liðkappingini í billard við 268 eygum.
Gunnleif Danielsen og Heimir Ottosen úr Havnar Billardfelag vunnu 3. deildina, her er Gunnleif saman við formanninum í Billardsambandinum Markus Olsen.
Andreas Troest og Ken Olsen megnaðu at fáa í hús eitt heiðurligt annaðpláss í 3. deildini, nakað, sum formaðurin í Billardsambandinum og oddaspælari hjá Skálafjarðar Billardfelag, Markus Olsen kundi fegnast um.
Ein sera errin føroyameistari til háborðs í snotuligu hølunum, har billard og dart húsast.
Eitt plettskot á ársveitsluni í Klaksvík hjá landsins billardspælarum, sum fólksligi sangarin Karl Martin Samuelsen, stóð fyri.
Karl Johanesen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, fegnast um tað stóra arbeiðið, ið Haldor Holm, bakarameistari legði lunnar undir fyri skjótt 50 árum síðani til frama fyri billardspælið.
Sofus Baldvinsson farin
Ein av okkara frægu billardspælarum, Sofus Baldvinsson úr Klaksvík, andaðist nú um dagarnar. Sofus spældi fyri Fuglafjarðar Billardfelag í mong ár og vann føroyameistaraheitið fyri staklingar tvær ferðir. Friður verið við minninum um Sofus Baldvinsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald