Fótbóltur

Vindurin órógvar í Norðragøtu

Fyrsta bríksl í dystinum millum Víking og AB verður klokkan 18.15.

2020-09-30 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta bríksl í útsetta dystinum millum Víking og AB skuldi verða klokkan 18.00, men orsakað av at vindurin var so nógvur nakað undan dystarbyrjan varð valt at bíða.

Leikararnir komu út á vøllin aftur klokkan 18 at hita meira upp, og ætlanin er at byrja dystin klokkan 18.15.

Hjá Vìkingi er áhugavert, at Lukasz Cieslewicz framvegis ikki er við í hópinum - soleiðis hevur verið síðani Jóhan Petur Poulsen tók yvir - og at 16-ára gamli Olaf Bárðarson byrjar inni fyri fyrstu ferð.

Fylg gongdini á forsíðuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder