Helmingurin av liðunum í fjórðingsfinalunum í Champions League er nú funnin. Liverpool, ið hevur verið í finaluni tvey seinastu árini og sum hevur havt eitt so frálíkt kappingarár í Premier League, er úti.
Liverpool spældi í stórum løtum sera gott fótbóltsspæl, tá Atletico vitjaði í seinnu áttandapartsfinaluni í kvøld. Ágangandi, við ferð, góðum flytingum og eftir málinum. Afturvendi liðformaðurin á miðvøllinum Jordan Henderson spældi frálíka væl, og sum heild fleyt spælið hjá heimaliðnum heilt væl. Tað er tó ikki bara sum at siga tað at bróta sterka verjunmúrin hjá Diego Simeone niður. Aftasti skansin, Jan Oblak, spældi eisini ein frálíkan dyst. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað tó hjá heimaliðnum at leggja seg fult uppiborið á odda. Gott innlegg frá Oxlade-Chamberlain og Winjaldum rann inn inn á júst rætta stað í brotsteignum á og setti pannuna væl á. Javnleikur samanlagt.
Jan Oblak spældi ein sera góðan dyst á Anfield (Mynd: EPA)
Winjaldum leggur Liverpool á odda 1-0 (Mynd: EPA)
Fyrsta helmingin av 2. hálvleiki, og eisini seinastu áleið tíggju minuttirnar av vanligu leiktíðini, var Atletico undir stórum trýsti. Robertson rakti yvirleggjaran og Salah og aðrir vóru eisini nær við. Tað endaði tó 1-0, og so var farið undir longda leiktíð á larmandi Anfield-leikvøllinum. Tá Roberto Firmino skoraði til 2-0 næstan beinnavegin, lá tað á allan hátt til Liverpool, ið var fullkomiliga omaná.
Adrian
Eitt mál kann tó broyta alt, og serliga tá talan er um eitt útivallarmál. Eftir at Atletico misti bóltin á Liverpool hálvuni, varð bólturin lagdur aftur til Adrian. Málverjin, sum avloysti Allison í kvøld, royndi at sparka út fyrstu ferð, men rakti hann sera illa. Hann endaði beint fyri føturnar á Joao Felix, sum gjørdi skjótt av, fann innskifta Marcos Llorente, ið legði bóltin út í longra málhornið stutt uttanfyri brotsteigin. Adrian sá heldur ikki gott út, tá skotið kom. Beint áðrenn steðgin í longdu leiktíðini smekkaði Llorente aftur til stutt uttanfyri brotsteigin, og so var brekkan tungt hjá Liverpool.
Llorente leggur Atletico á odda 3-2 samanlagt (Mynd: EPA)
Stórur fagnaður eftir málið - millum annað frá Morata, sum stutt eftir kom inn og eisini gjørdist málskjútti (Mynd: EPA)
Tvey mál skuldi til uppá 15 minuttir, men tað var bara Alvaro Morata, ið skoraði. Harvið endaði tað við einum fullkomnum niðurtúri hjá Liverpool, ið nú bert hevur stigametið í Premier League at spæla fyri restina av árinum. Eitt stórt avrik hjá liðnum hjá Simone, ið stríddist sera væl í 120 minuttir og var kyniskt.
(Mynd: EPA)
Í París vóru eingir áskoðarar, og heimaliðið skuldi venda 2-1 ósigrinum frá fyrra dystinum. Hetta eydnaðist eisini. PSG var uttan Mbappe frá byrjan, men Neymar var á vøllinum, og brasliumaðurin skoraði, eins og hann gjørdi í Dortmund. Stutt fyri hálvleik økti PSG um munin og legði seg á odda samanlagt í yvirtíðini av 1. hálvleiki, tá Juan Bernat fekk prikað bóltin í málið.
Ímóti endanum av dystinum trýsti Dortmund, men kom ikki til heilt nógvar møguleikar. Marquinhos og Kimpembe pakkaðu Haaland væl inn og avvístu so at siga alt. PSG kal nú royna seg millum átta tey bestu, eftir at hava tapt í áttandapartsfinalunum trý ár á rað, men í kvøld sendi liðið hjá Thomas Tuchel gamla liðið hjá týska venjaranum.
Champions League 1/8-finalur:
11.03
20.00: Liverpool - Atletico Madrid 2-3 e.l.l - 2-4 samanlagt
PSG - Borussia Dortmund 2-0 - 3-2 samanlagt
10.03
RB Leipzig - Tottenham 3-0 (2-0) - 4-0 samanlagt
Valencia - Atalanta 3-4 (1-2) - 4-8 samanlagt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald