Føroyska landsliðið hevur ikki tapt í tríggjar dystir, og tað skal helst halda fram í morgin tá seinasti dysturin í Nations League á hesum sinni verður á Tórsvøll í annaðkvøld.
Oddaliðið í okkara bólkið, Turkaland, er á vitjan og tað verður ein trupul dystur, væntar høvuðsvenjarin, Håkan Ericson.
- Turkaland hevur eitt sera gott lið. Vit vænta nógv trýst, og at teir fara at hava bóltin nógv. Men hinvegin ætla vit at verja væl, segði Håkan Ericson á tíðindafundi á Tórsvølli seinnapartin.
- Hetta fer at minna um dystirnar móti Danmark og Skotland á heimavølli, segði hann.
- Úrslitið er ikki avgerandi, tí vit eru longu tryggjaðir í deild C, men vit vilja altíð fáa best møguliga úrslitið, segði Håkan Ericson.
Dysturin Føroyar-Turkaland verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45 sunnukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald