- Luksemburgarnir spældu væl móti Litava ein stóran part av dystinum í gjár – vit vita at teir hava eitt sterkt lið, og tí verður tað ein trupul uppgáva hjá okkum.
Soleiðis sigur føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, undan spennandi dystinum í Luksemburg í dag klokkan 16.30 føroyska tíð móti vertunum. Dysturin er avgerandi fyri hvør endar á aftasta plássi, og harvið kanska kemur úr kappingini uttan stig yvirhøvur.
Føroyski hópurin tykist miðvísur, nú teir sita og hyggja eftir bólkafinaluni millum Litava og Slovakia, hálvanannan tíma áðrenn teirra dystur skal ígongd.
Brandur Halgirsson er klárur aftur eftir at hann lá sjúkur heima á hotellinum í gjár, men tað er framvegis ivi um føturnar hjá Jónasi G. Djurhuus og Róa B. Hansen fara at halda til dystin í dag. Upphitingin undan dystinum skal vísa, um teir eru til reiðar at spæla.
- Vit fara at miðsavna okkum um at rætta nøkur mistøk, sum vit gjørdu í dystinum í gjár við millum annað ikki at geva bóltin frá okkum ov tíðliga.
- Menn eru rættiliga slitnir eftir tveir harðar dystir í tveir dagar, so nú ræður um at liðið varðveitir frískleikan í triðja dystinum. Tí fara vit at byrja við Hilmar Leon Jacobsen á vinstra bakki í dag.
- Hilmar Leon hevur ikki fingið so nógva spælitíð teir fyrstu dystirnar. Men hann er ein góður spælari, og nú vóna vit, at hann kann hótta luksemburgsku verjuna, og kanska geva okkum ein fyrimun, tí teir ikki kenna hann eins væl og hinar bakspælararnar hjá okkum, sigur Sonni Larsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald