FSF: Teitur Matras Gestsson gleðir seg til seinnu hálvfinaluna móti NSÍ, og er greiður yvir, at HB skal vinna. Eftir 2-2 í fyrra dystinum, er einki avgjørt, og tí kunnu vit vænta ein spennandi dyst við Løkin mánadagin.
– Fyrst og fremst hopi eg at nógvir HB-fjepparar koma at stuðla okkum. Tað hava vit brúk fyri, tí uppgávan verður torfør, men als ikki ómøgulig. Vit skulu “bara” skora eitt mál meir enn teir, so eru vit í finaluni. Og tað ber væl til, tí tað hava vit fyrr gjørt í Runavík, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF.
Eftir at fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÍ og HB endaði við javnleiki 2-2, er lagt upp til ein spennandi dyst við Løkin í Runavík mánadagin klokkan 18.
Undan seinna hálvfinaluni hava runavíkingar eitt betri útgangsstøði. Reglurnar er soleiðis, at stendur á jøvnum samanlagt, fer tað liðið víðari, ið hevur skorað fleiri mál á útivølli. Sostatt kann NSÍ klára seg við javnleiki 0-0 ella 1-1 í seinna dystinum.
Men verður úrslitið aftur hesaferð 2-2, so verður neyðugt við umdysti – tvær ferðir 15 minuttir – og møguligari brotssparkskapping, fyri at finna ein vinnara. Skuldi tað hent, at úrslitið verður 3-3, so er tað HB, ið vinnur samanlagt.
– Vit hugsa faktiskt ikki so nógv um nakað serligt úrslit. Vit skulu bara vinna, longri er tann søgan ikki. Vit vilja ótrúliga gjarna í hasa finaluna, sigur Teitur Matras Gestsson, ið higartil hevur spælt fýra steypafinalur fyri HB.
Og skuldi tað eydnast Teiti og HB at vunni samanlagt á NSÍ, verður hetta fjórða árið á rað, at HB er annað liðið í finaluni um Løgmanssteypið.
Í hinari hálvfinaluni møtast B36 og Víkingur, og verður tann dysturin eisini bríkslaður í gongd mánadagin klokkan 18. Fyrru hálvfinaluna vunnu teir ljósabláu 1-0.
Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. desember klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald