Fótbóltur

Vøgguvísa úr Leipzig

Frakland og Niðurlond spældu fyrsta málleysa EM-dystin. Onkrir stórir málmøguleikar vóru, men eingin Mbappé og tað var týðiligt, at liðini vóru nøgd við javnleik. Við úrslitinum er Pólland úti.

Xavi Simons skeyt væl í 2. hálvleiki, sá út til at Niðurlond legði seg á odda, men málið var kolldømt. N'golo Kanté vísti sína styrki, og liðini standa bæði til at so at siga verða verandi (Mynd: EPA)

Xavi Simons skeyt væl í 2. hálvleiki, sá út til at Niðurlond legði seg á odda, men málið var kolldømt. N'golo Kanté vísti sína styrki, og liðini standa bæði til at so at siga verða verandi (Mynd: EPA)

2024-06-21 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av fyrstu stóruppgerðunum í EM var í Leipzig í kvøld. Stórar væntanir vóru til dystin, men um fólk sótu nakað troytt á sofuni eftir eina langa viku, so eru góð sannlíkindi fyri, at man sovnaði undir dystinum.

Frakland var uttan størstu stjørnuna Kylian Mbappé, og hetta merkti dystin og franska spælið. Tað var eisini týðiligt, at bæði liðini vóru væl nøgd við at fáa eitt stig í kvøld. Tað merkir, at bæði fara at koma víðari.

Liðini hjá Koeman og Deschamps, tveir rímiliga verjukendir venjarar, satsaðu ikki serliga nógv. Í løtum varð "hvílt" nakað við bóltinum, og liðini løgdu ikki høgt trýst. Týðiligt var at tey hugsavnaðu seg um at verja fyri.  

[object Object]
Ronald Koeman og Didier Deschamps hava báðir vunnið EM sum spælarar. Venjararnir og liðini vildu sjálvandi vinna, men fóru ikki ordliga eftir tí og "samdust" til endans um javnleik (

Frakland var samanlagt betri, og Antonie Griezmann hevði tveir risamøguleikar, sum hann onkursvegna einki fekk burturúr. Annars var Griezmann tann frægasti frameftir hjá Fraklandi, og N'Golo Kanté var eisini eyðsýndur báðar vegir.

[object Object]

[object Object]
Antonie Griezmann hevði ikki skeprni í brotsteignum í kvøld - verjurnar sigraðu (Myndir: EPA)

Sum heild vóru verjupartarnir annars omaná í dystinum. Nathan Aké og Virgil Van Dijk stóðu millum annað sterkir í myndini hjá Niðurlondum, og hjá Fraklandi vóru William Saliba, Theo Hernandez og hinir stinnir. Niðurlond hevði lítið frameftir - serliga sum dysturin leið - men fekk eitt mál kolldømt: Maignan í málinum hevði ikki bjargað, um so Dumfries ikki stóð har, men høgri bakkurin var í rangstøðu, og málið hjá Simons stóð ikki.

Fyrsti málleysi javnleikurin í endaspælinum er veruleiki. Keðiligt fyri áskoðarnar men brúkiligt fyri stóru fótbóltslondini, ið fara at kappast um 1. plássið í bólkinum týsdagin. Úrslitið merkir eisini, at Pólland, sum tapti 3-1 fyri Eysturríki fyrr í kvøld, fer at enda á 4. plássinum í bólkinum og harvið ikki koma víðari.

EM 2024 - annað umfar í bólkaspælinum
Fríggjadagin 21. juni

Niðurlond - Frakland 0-0

Pólland - Eysturríki 1-3 (1-1)

Bólkur D:
1. Niðurlond 4 stig 
2. Frakland 4 stig 
3. Eysturríki 3 stig
4. Pólland 0 stig *
* Úti - enda heilt víst á 4. plássi

Bólkur E:

Slovakia - Ukraina 1-2 (1-0)

1. Rumenia 3 stig *
2. Ukraina 3 stig
3. Slovakia 3 stig
4. Belgia 0 stig *
Ein dyst færri

Í morgin, legyardagin 22.06
20.00: Belgia - Slovakia

14.00: Georgia - Kekkia
17.00: Turkaland - Portugal


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder