Fótbóltur

Vøllurin á Djúpumýru altjóða góðkendur

Vøllurin hevur fingið eina sonevnda FIFA Pro góðkenning, og er klárur til altjóða dyst mikukvøldið.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2024-07-09 16:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FIFA hevur góðkent vøllin á Djúpumýru. Hetta merkir, at vøllurin hevur fingið eina sokallaða FIFA Pro góðkenning, og at møguleiki nú er at leika altjóða dystir í Klaksvík.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Vøllurin er sostatt góðkendur til Champions League dystin móti Differdange í annaðkvøld, og til aðrar altjóða dystir í framtíðini.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein liður í at framtíðartryggja stadionøkið. Nú arbeiðið við hotellinum eisini er farið í gongd, ber til at planleggja stórar altjóða kappingar í býnum.

Stórar íløgur eru gjørdur á og kring Djúpumýru. 

Áskoðaraplássini eru munandi økt seinnu árini, umframt at nýggja stadionøkið nú hevur fingið góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið lúka altjóða krøv. 

Kommunan er í gongd við 'Hornaskýlið'. Arbeiðið fevnir m.a. um at útbyggja sitiplássini við 180 plássum og fleiri vesum, umframt at fleiri goymslurúm vera í niðaru hæddini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder