Fyrsti 0-0 dystur í HM-endaspælinum er veruleiki. Hann kom á degi trý - í dysti nummar seks samanlagt. Tað var lítið undirhald, tá Danmark og Tuneisa hittust á Education City leikvøllinum stutt uttanfyri Doha, og donsku favorittarnir skaptu lítið og spældu ov seint við ov høgum feilprosenti í alveringsspælinum.
Størsti møguleikin hjá Danmark kom miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir eitt av mongu hornaspørkunum, men tað eydnaðist ikki Andreas Cornelius at fáa bóltin yvir linjuna við høvdinum. Ístaðin rakti innskifti áleyparin stongina.
Tunesia stríddist væl og hevði í høvuðsheitinum gott tamarhald á dønum, men hótti rímiliga sjálvdan. Stutt fyri hálvleik gjørdist Issam Jebali tó púra fríur. Áleyparin, ið til dagliga spældi fyri OB í Odense, royndi at lyfta bóltin uppum Kasper Schmeichel, ið tó kom væl út og fekk hondina upp.
Málið hevði helst verið kolldømt fyri rangstøðu - í yvirtíðini av seinna hálvleiki fór meksikanki dómarin at hyggja eftir VAR, tí bólturin var komin í armin á tunesiskum verjuleikara, men mett varð ikki at tað var nóg mikið til brotsspark.
Harvið endaði tað málleyst. Danir høvdu nakrar góðar støður í seinna hálvleiki - millum annað hevði ein heldur tannleysur Eriksen eina skotroynd av brotsteigarmarkinum - men tað skal meira til, um danir skulu bjóða av um heimsmeistaraheitið, ið teir hava sett nøsina upp eftir. Fransku heimsmeistararnir eru á skránni leygardagin, og trýst er longu á liðnum hjá Hjulmand í bólkinum.
Bólkur D:
Danmark - Tunesia 0-0
Í kvøld, 19.00: Frakland - Avstralia
Les eisini: Skelkur: Saudiarabia sigraði móti Argentina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald