Føroysku A-landsliðini í flogbólti spæla í hesum døgum í Silver League, ið er "evropeiska deildin fyri landslið", sum eru styrkismett í niðaru hálvu av evropeiska styrkislistanum.
Higartil eru tríggir dystir spældir. Allir í Høllini á Hálsi og Føroyar hava tapt allar 0-3. Menninir hava spælt tvær ferðir móti Kýpros - seinast í gjárkvøldið - og kvinnurnar fingu seg leygarkvøldið av álvara royndar móti Montenegro.
Sí eisini:
Silver League er í gongd
Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð ímóti Kýpros
Tá gekk tað væl í triðja settið, og Montenegro er eisini mett at vera nakað væl sterkari enn Georgia, sum er mótstøðuliðið í kvøld. Georgia tapti eisini sín fyrsta dyst 0-3 - tað var fyri Portugal.
Flogbóltssambandið skrivar, at Georgia ongangíð hevur spælt seg til eitt endaspæl hjá kvinnum, og at hagtølini hjá liðnum í Silver League seinastu árini ljóða; 12 dystir og ein sigur.
Georgia er styrkismett eitt pláss hægri enn Føroyar (nr. 34 og nr. 35), og á pappírinum er hetta besti møguleikin fyri sigri í hesum bólkinum.
Les eisini: Vænta rættiligt brak ímóti Georgia
Tað er tó vert at leggja merki til, at allar á føroyska liðnum til dagliga spæla í Føroyum. Tær sum spæla í bestu deildini í Danmark eru upptiknar av serliga próvtøkum, og eins og nakrar úr heimligu kappingini, ikki tøkar til Silver League. Føroyska liðið hevur eisini heldur fáar dystir samanlagt seinastu árini, men hetta er eitt stig á leiðini.
Dysturin á Hálsi í kvøld byrjar klokkan 19. Hann kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum.
Fulla skráin fyri kappingina hjá kvinnum
Kvinnur, heimadystir:
Leygardagin 27. mai: Føroyar – Montenegro 0-3 (9-25, 7-25, 20-25)
Í dag, mikudagin 31. mai kl. 19:00: Føroyar – Georgia (Rás1)
Sunnudagin 4. juni kl. 16:00: Føroyar - Portugal (Rás1)
Útidystir:
11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro - Føroyar
2. umfar í Silver League hjá monnum
Í gjár, týsdagin 30.05
19.00: Føroyar - Kýpros 0-3 (25-19, 25-15, 25-15)
3. umfar:
Sunnudagin 4. juni á Hálsi
19.00: Føroyar - Lettland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald