Í Svøríki er sjálvandi nógv fokus á stjórnarskifti, ið er á veg, nú Stefan Löfven gevst sum forsætisráðharri, eftir at misálit varð reistmóti honum. Men tað snýr seg eisini nógv um fótbólt.
Tveir sigrar og ein javnleikur. Hetta var úrttøkan hjá Svøríki í bólki E. Fyrst fekk liðið hjá Janne Andersson ein góðan málleysan javnleik móti Spania og Sevilla, og síðani vunnu sviar á Slovakia og Póllandi í Sankta Pætursborg
Nú er svenska liðið í Glasgow. Fyri at koma í sína fyrstu EM-fjórðingsfinalu sína síðani 2004 skal Svøríki vinna á Ukraina, ið bert fekk trý stig í bólkaspælinum. Talan var um ein sigur á Norðurmakedónia, ið fyri fyrstu ferð var til eitt endaspæl. Ósigrar móti Niðurlondum og Eysturríki gjørdu ikki, at liðið hjá Andriy Shevchenko fór út - Ukraina var ein av teimum fýra trý'arunum, ið kom víðari.
Í Svøríki vænta viðmerkjarar og fólk ein sigur - tó ikki við líka stórar vissu og arogansu sum í til dømis Fraklandi og Danmark - og tað hevði eisini verið eitt vónbrot um sviar ikki høvdu megna at spælt seg víðari. Veddingarfyritøkur hava eisini skandinaviska liðið sum ein lítlan favoritt.
Í sigrinum móti Póllandi fóru fyrstu málini inn hjá Robin Olsson, men sviar komu hinvegin av álvara í gongd við málskjótingina. Emil Forsberg skoraði trý mál í teimum báðum dystunum í Sankta Pætursborg - tvey móti Póllandi - og Victor Claessen kom á máltalvuna í yvirtíðini móti Lewandowski og o. og tryggjaði harvið Svøríki fyrsta plássið í bólkinum. Alexander Isak er ikki komin har til enn, men 21-ára gamli áleyparin úr Real Soecidad hevur víst seg væl fram í endaspælinum og saman við Dejan Kulusevski, hevur Svøríki tvey heilt spennandi vápn fremst
Aleksander Isak er ein av leikarunum, ið teit hjá Ukraina skulu ansa væl eftir (Mynd: EPA)
EM-Áttandapartsfinalur
Í dag - týsdagin 29. juni
Wembley, London
17.00: Ongland - Týskland (TV3 +/Viaplay)
Hampden Park, Skotland
20.00: Svøríki - Ukraina (DR1/Viaplay)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald