2022-10-23 21:10
“Voss er boss” er ein sangur hjá fjepparafelagnum hjá 07 Vestur, og nú kunnu tey fegnast um, at danin heldur fram.
Hesum boðar 07 Vestur frá í kvøld.
Voss kom til 07 Vestur hetta kappingarárið og hevur sett síni fingramerki á bæði álopsspælið og verjuspælið hjá 07 Vestur. Tað er serliga ferðin, sum ofta hevur argað mótstøðuleikarar. Og nógv góð innlegg er tað blivið til.
20 ára gamli leikarin er skrásettur fyri 28 dystir og 1 mál í ár.
07 Vestur megnaði aftur í ár at halda sær uppi í bestu deildini, og skavaði 29 stig saman. Tað er tað mesta, sum vágamenn hava fingið í Betri deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald