Annað

Vunnu bronsu í spanskari kapping

Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, og Sofus Bech kappaðust farna vikuskifti í liðkapping í Spania.

2023-07-03 11:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stoyt: Farna vikuskifti vóru heili fimm lyftarar úttiknir at kappast til liðkapping í Spania.

Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, Leif á Bøgarði, og Sofus Bech kappaðust undir sama felagi, AK Atlas.

Uppsetanin av liðinum vóru hesir somu føroysku lyftarirnir og Bora Batur, ein danskur vektlyftari í 109kg bólkinum.

Hendan kappingin snúði seg eisini um at samla stig við at lyfta flest kilo upp um høvd. Úrslitið verður uppgjørt eftir fýra teimum bestu íðkarunum á felagnum. Tó skal liðið altíð vera uppgjørt av báðum kynum.

Teir fýra lyftarirnir sum kláraðu seg best, og megnaðu at vinna bronsu heiðursmerki vóru; Maibrit Reynheim Petersen, Niels Áki Mørk, Pól Hendrikur Andreasen, og Leif á Bøgarði.

Úrslitini hjá lyftarinum vóru hesi:

Maibrit Reynheim Petersen
Trekk: 76/79/82x
Stoyt: 95/99/101x
Samlað: 178kg

Niels Áki Mørk
Trekk: 90/95/100x
Stoyt: 105/111/117

Pól Hendrikur Andreasen
Trekk: 90/94/96x
Stoyt: 113/119/122x
Samlað: 213kg

Leif á Bøgarði
Trekk: 102/107x/107x
Stoyt: 133/138x/143x
Samlað: 235kg

Sofus Bech
Trekk: 105x/105/109
Stoyt: 133/138/142x
Samlað: 247kg

Omaná tað flotta brosuheiðursmerkið sum liðið vann, vóru eisini onnur mál uppá spæl.

Niels Áki Mørk, sum longu hevur megnað kravið til tað norðurlendska meistaraheitið í 2023, kappaðist við tí í huga at seta nýggj føroysk met í -67kg vektbólkinum. Hetta megnaði hann sanniliga. Royndini á 117kg í stoyt og tað samlaða úrsliti á 212kg vóru bæði tvey føroysk met.

Pól Hendrikur Andreasen hevði sum mál at lyfta 213kg í tí samlaða úrslitinium fyri at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið í Landskrona í oktober. Pól megnaði 213kg til ta seinnu royndina í stoyt røðini.

Leif á Bøgarði hevði sama hugskot sum Pól, at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið, men hann megnaði akkurát ikki at lyfta 143kg í stoyt, sum annars hevði verið nokk.

Maibrit er úttikin til tað norðurlendska meistaraheitið og kappaðist fyri at betra síni egnu føroysku met, tó miseyðnaðist hetta hóast hennara úrslit framvegis vóru alneyðug fyri liðkappingina.

Sofus skal leggja nøkur fá kilo á sítt samlaða úrslit og var hendan kappingin ein har hann kundi betra síni lyft.

Venjari til kappingina var Frank Petersen. Frank er stinnur venjari í vektlyfting og er venjari hjá summum at lyftarinum í Stoyt. Tá ið tað verður lyft uttanlanda er Frank ein avgerandi kraft til tey úrslitini sum vera lyft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder