HSF: Føroysku U19-kvinnurnar vunnu ein tryggan 34-15 á Kosovo í Euro Championship kappingini í Skopje í dag. Hálvleiksstøðan var 17-2.
Kosovo tapti heili 53-14 móti Hollandi í gjár og var sostatt helst talan um veikasta mótstøðuliðið í bólkinum, sum eisini telur Norðurmakedonia, Bosnia Hersegovina og Holland.
Føroyska liðið lat heldur ongan iva vera um, hvat betra liðið var og setti seg á dystin beinanvegin, eftir 8 minuttir var støðan 6-1 til Føroyar. Føroyska verjan stóð væl saman við málverjanum Rakul Wardum og øktu okkara til hálvleiksstøðuna 17-2.
Dysturin var sostatt ongantíð spennandi og fingu venjararnir roynt ymiskar uppstillingar og fingu allar leikararnar í spæl, undan harðaru mótstøðuni, sum er í væntu komandi dagarnar. Føroyar møta Norðurmakedonia í morgin, mánakvøldið kl. 19.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Norðurmakedonia vann 39-28 móti Bosnia Hersegovina í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald