Annað

Vunnu toppdystin

Føroyar koppaðu í morgun Kýprós í oddabrakinum í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri í Larnaca..

Føroyar móti Kýprós í Larnaca í morgun. Ovast í myndini sæst Helgi Dam Ziska eygleiða gongdina á hinum borðunum. Hann og Jón í Horni Nielsen, fremstur á myndini, vunnu síni talv, og grundaðu soleiðis frálíka føroyska 3 - 1 sigurin í hesum toppdystinum

Føroyar móti Kýprós í Larnaca í morgun. Ovast í myndini sæst Helgi Dam Ziska eygleiða gongdina á hinum borðunum. Hann og Jón í Horni Nielsen, fremstur á myndini, vunnu síni talv, og grundaðu soleiðis frálíka føroyska 3 - 1 sigurin í hesum toppdystinum

2025-11-19 13:19 Author image
Innsent
placeholder

Føroyar vunnu dystin 3-1, og eru nú fremst av teimum tíggju liðunum í kappingini. Helgi Dam Ziska og Jón í Horni Nielsen vunnu, og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol telvaðu javnt.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði eitt ógvuliga stílreint og lýtaleyst talv við svarta fólkinum á fyrsta borði, og vann sannførandi. Jón vann á fjórða borði við hvíta fólkinum í meira rokaligum talvi, sum kundi farið báðar vegir. Í svárari tíðarneyð uppundir evstamark snávaði kýprin.

Høgni og Luitjen høvdu tamarhald á sínum støðum, teir telvaðu varisliga; javnvágin var ongantíð skakað.

Eitt frálíkt úrslit og ein ógvuliga týðandi sigur hjá Føroyum, sum nú aftur er á odda í kappingini. Men Andorra er í hølunum á okkum. Í dystarstigum stendur á jøvnum, men vit hava eitt borðstig fleiri enn teir.

Nú seinnapartin er sjeynda umfar á skránni. Føroyar telva móti Liktinstein, sum vann fyrstu fýra dystirnar, men nú hava teir tapt fyri Kýprós í gjár og Luksemborg í morgun.

Føroyska manningin móti Liktinstein verður henda: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen.

Ein lykladystur í sjeynda umfari verður millum Andorra og Luksemborg.

Í morgin er frídagur á Kýprós. Seinastu tvey umførini í smálandakappingini verða telvað fríggjadagin og leygardagin.


6. umfar, mikudagin 19. november
Kýprós - Føroyar 1 - 3
Alexandros Isaakidis (2249) - GM Helgi Dam Ziska (2543) 0 - 1
Konstantinos Michaelidis (2245) - IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) ½ - ½
Rafail Antoniou (2123) - Luitjen Akselsson Apol (2288) ½ - ½
Konstantinos Konstantinidis (2052) - Jón í Horni Nielsen (2084) 0 - 1

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder