Tað var so at siga ongantíð nakar ivi í georgiska høvuðsstaðnum, tá føroyska U17-landsliðið við kvinnum í dag spældi sín seinasta dyst í bólkaspælinum í EHF Championship. Føroyar vóru stórfavorittar undan dystinum og skuldu bert hava javnleik móti Estlandi fyri at tryggja sær víðari luttøku.
Liðini fylgdust fyrstu minuttirnar, har Føroyar líka skuldi fáa álopsspælið í gongd. Tá tað gjørdi tað, fór støðan frá 1-1 til 7-1 uppá eina stutta løtu. Føroyski verjuparturin fekk trupulleikar miðskeiðis í hálvleikinum, har liðini skiftust um at skora, men seinastu minuttirnar kom av álvara tamahald á aftur, og Føroyar fóru til hálvleiks við einari níggju-máls leiðslu.
Í 2. hálvleiki var Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið undan umfarinum lá nummar trý á toppskjúttalistanum í kappingini, næstan ikki á vøllinum. Føroyska liðið misnýtti heldur nógvar opnar málmøguleiakr, men seinnu hálvu av 2. hálvleiki fóru okkara av álvara frá, og Estland fekk bert eitt mál seinastu stóru 15 minuttirnar - og einki seinastu tíggju minuttirnar. Tað løtuna brúkti Føroyar til at økja, og tað endaði við einum sigri á heili 21 mál. Lukka Arge skoraði níggju av málunum og gjørdist harvið føroyskur toppskjútti. Seks av málunum komu við tryggum brotskøstum, og Frederiksberg-leikarin skoraði eisini við tveimum dundurskotum og einum gjøgnumbroti. Eisini var Lukka stinn í miðverjuni og varð kosin dagsins leikari hjá Føroyum.
Italia vann eisini við 21 málum á Estlandi, og Serbia, ið Føroyar fingu javnleik ímóti í fyrsta dystinum í kappingini, vann við 23 málum á Estlandi. Serbia og Italia spæla nú klokkan 14. Vinnur Serbia skulu Føroyar spæla ímóti Niðurlondum, ið vann hin bólkin, í hálvfinalu klokkan 11.30 í morgin. Um Italia vinnur, ella tað endar javnt, er Ukraina á skánni klokkan 14 í morgin, fríggjadagin 13. august
WOMEN’S 17 EHF CHAMPIONSHIP 2021
Bólkur B, 3. umfar - 12.08, Tbilisi
Føroyar - Estland 37-16 (18-9)
Dystargongdin:
5 min: 1-1
10 min: 5-1
15 min: 9-4
20 min: 12-8
25 min: 15-9
35 min: 19-11
40 min. 24-14
45 min: 26-15
50 min: 30-16
55 min: 32-16
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 9 (6)
Lea Mohr 6
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Bjørk Franksdóttir Joensen 5
Marita Magnadóttir Thomsen 3
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe 2
Poula Fríðheim Petersen 2
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Karin Egholm 1
Karina Heinesen 1
Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 10
Støðan í bólkinum:
Føroyar 5 stig (3 dystir) *
Serbia 3 stig (2 dystir) *
Italia 2 stig (2 dystir)
Estland 0 stig (3 dystir)
*Bæði hava +23 í málúrttøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald