Annað

Wayne Rooney nærkast DC United

Fótbóltsleikarin hevur góðtikið sáttmála við felagið úr amerikansku MLS kappingini.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-28 12:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi Manchester United og Everton leikarin Wayne Rooney hevur góðtikið sáttmála við amerikanska DC United.

Sambært Washington Post verður Rooney best lønti leikarin í deildini. Hann hevur góðtikið ein tvey ára sáttmála, sum er verdur 13 milliónir dollarar.

Rooney fer møguliga at venja við sínum nýggja liði longu í hesu vikuni, og fer væntandi at spæla sín fyrsta dyst á Audi Fiels 14 juli, tá DC United spælir móti Vancouver Whitecaps.

DC United liggur í løtuni á aftasta plássi í Eastern Conference. Liðið hevur minst stig v øllum í MLS, við 10 stigum eftir 12 dystum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder