 
                
                        
Onnur útgávan av UEFA Europa Conference League kom at enda við finalu á Fortuna leikvøllinum í Prag í gjárkvøldið, og tað var eitt felag úr landinum við hægstu evropeisku styrkismetingini, sum vann kappingina. 
Talan var tó ikki um eitt av ovaru liðunum í fremstu ensku kappingini. West Ham endaði á 14. plássi í Premier League, men hevur - annað árið á rað staðið seg væl í evropeiskari kapping. Í fjør komu David Moyes og hansara lið í hálvfinaluna í Europa League, og nú vann felagið úr London yngstu kappingina hjá UEFA.
Tað var Said Benrahma, ið legði West Ham á odda við brotssparki í 62. minutti. Fimm minuttir seinni javnaði Giacomo Bonaventura fyri Fiorentina, og eina løtu sá tað út til at fara at enda í longdari leiktíð.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/08/gallery-thumbnail/1686236264keud0lzt7k.jpg)
Bowen og hinir fegnast um sigursmálið (Mynd: EPA)
Í 92. minutti bragdaði tó aftur hjá West Ham, og var tað álopskendi Jarred Bowen, ið gjørdist hetjan. Maðurin við fýra A-landsdystum fyri Ongland var á rætta staðnum, 2-1, og so kundu øll í ensku leguni fegnast, og Moyes gav gamla pápa sínum heiðursmerki sítt á vøllinum. Skotin hevur staðið á odda fyri West Ham í trý og eitt hálvt ár, men starv hansara var sambært bretskum miðlum í vanda, um West Ham ikki vann finaluna. 
Tað er tó greitt, at hetta var síðsti dystur hjá Declan Rice fyri felagið. Eftir finalusigurin í gjár fekk enska miðvallarstjørnan nógvar spurningar um, hvar framtíð hansara liggur. Stórur áhugi er fyri Rice, men hann vildi ikki váttað nakað tá. Í dag hevur høvuðseigarin og formaðurin í felagnum, David Sullivan, tó sagt, at felagið fer at lurta eftir boðum uppá Declan Rice, og at man ikki vil forða honum í at fara.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/08/gallery-thumbnail/1686236270n2vmy0hww9.jpg)
Declan Rice við steypuni (Mynd: EPA)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/08/gallery-thumbnail/16862361127mefliyx0g.jpg)
David Moyes hevur verið undir trýsti í ár - aftur hevur skotin tó víst sítt virði (Mynd: EPA)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/06/08/gallery-thumbnail/1686236108jghnhr7mfe.jpg)
Hetta er fyrsta stóra steypið hjá West Ham í 43 ár. Í 1980 vann London-felagið FA Cup á triðja sinni. Hetta er ikki fyrsta evropeiska steypið á marknaðinum: Í 1965 vann West Ham UEFA Cup fyri steypavinnarar (tá næststørstu evropeisku kappingina) og var eisini ein av vinnarunum í Intertoto Cup í 1999.
Hetta var onnur vikan á rað, at eitt italskt lið tapti evropeiska finalu. Roma, ið vann fyrstu Conference League-kappingina í fjør, tapti Europa League-finaluna fyri Sevilla. Leygarkvøldið skal Inter Milan royna at koppa stórfavorittinum Manchester City í Champions League-finaluni.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald