placeholder
Fótbóltur

West Ham vendi dystinum

Øll trý málini blivu skotin innan 10 minuttir.

Felipe Anderson var stóra hetjan hjá West Ham í kvøld

Felipe Anderson var stóra hetjan hjá West Ham í kvøld

2018-12-27 21:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

West Ham vann fyri løtu síðani 2-1 á Southampton í síðsta dystinum í hesum Premier League umfarinum.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vórðu øll trý málini skotin uppá minni enn 10 minuttir.

Nathan Redmon legði Southampton á odda í 50. Minutti. Men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Felipe Anderson fyri West Ham. Sami Anderson skoraði aftur seks minuttir seinni, og so var West Ham á odda.

Eingi fleiri mál komu í dystinum, og við úrslitinum tók West Ham seg upp á níggjunda pláss í deildini. Southampton er nummar 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder