Sum vit skrivaðu um í síðstu viku, so hevur Andrias Edmundsson fingið ein nýggjan sáttmála uppá pláss í Póllandi.
Í 2023/2024 spældi miðverjin av Toftum við MKS Chojniczanka í triðbestu pólsku deildini. Har hevur føroyingurin staðið seg væl, og tekur hann nú eitt fet upp á yrkisleiðini.
Wisla Plock er ikki nakað lítið felag í Póllandi. Tað er tó kanska meira kent í hondbólti - serliga fyri tíðina. Wisla Plock er pólskur meistari á manssíðuni og spælir í Champions League. Í fótbóltinum hevur tað ikki gingið so væl seinastu árini hjá felagnum úr býnum miðskeiðis í Póllandi, har umleið 120.000 fólk búgva.
Liðið vann steypakappingina í 2006, spældi nakrar ferðir í evropeisku kappingunum í 2000'unum, og endaði í topp-fimm í bestu deildini 2018. Í 2023 flutti Wisla Plock tó niður úr Ekstraklasa og roynir nú at flyta uppaftur.
Í júst farna kappingarárið endaði Wisla á 7. plássi - beint uttanfyri play-off plássini. Nú skla Andrias vera við til at flyta felagið longur upp.
Andrias Edmundssin varð kunngjørdur í nýggja felagi sínum í gjár (Mynd: wisla-plock.pl)
23-ára gamli føroyski landsliðsmiðverjin hevur fingið sáttmála, sum er galdandi til og við juni 2026 - við møguleika at leingja við einum ári afturat. Hetta skrivar wisla-plock.pl.
Andrias Edmundsson gav avboð til landsdystirnar í Baltic Cup fyri at vera vísur í at fáa hesa avtaluna í hús. Hetta er størsta skifti hansara eftir ungdómstíðina í Sunderland, har Andrias spældi við U18-liðnum og eykaliðnum. Síðani spældi høgi og sterki toftamaðurin við Aguilas í fjórðbestu sponsku deildini, áðrenn leiðin í fjør gekk til Póllands.
Andrias hevur 7 A-landsdystir á baki og hevur innan seinasta árið vunnið sær fast pláss. Skaðar darvaðu hann nógv fyri einari tíð síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald