- Time to say goodbye
Við heitinum á ensku útgávuni av "Con te partirò" hjá italska tenorinum Andrea Bocelli, hevur Wisla Plock seinnapartin lagt hesa myndina út:
![]()
Felagsmynd í sambandi við stóra skiftið hjá Andriasi - og hjá felagnum (Mynd: Wisla Plock)
Her sæst Andrias Edmundsson - við langa ljósa hárinum í vanligum svørtum jakka nakað vil vinstru - saman við nú fyrrverandi liðfeløgunum og partar av Plock-toyminum.
Hóast nakrar gníggingar, og tað at Andrias verður saknaður í felagnum, so eru tey flestu rundanum helst fegin hansara vegna, nú leiðin gongur til Italia.
Sí eisini: Andrias Edmundsson er vónbrotin - vil fylgja dreyminum víðari
Wisla Plock er oddalið í Ekstraklasa og vann í gjár 2-1 á Rakow í fyrsta umfari eftir vetrarsteðgin. Hetta var uttan Andrias Edmundsson, sum í gjár fór úr Póllandi. Fyri seinastu ferð á hesum sinni.
Toftamaðurin var fastur maður teir 18 mánaðirnar í Wisla Plock og var við at fáa felagið upp í bestu pólsku deildina aftur. Síðani hevur landsliðsprofilurin verið lyklaspælari hjá oddaliðnum og í bestu verjuni í Ekstraklasa hetta kappingarárið. Nú skal Plock royna at vinna meistaraheitið uttan føroyingin, sum er farin víðari til størri deild.
![]()
Dzieki er pólska orðið fyri "takk", og Andrias varð róptur Edi í Póllandi (Mynd: Wisla Plock - løgd út í dag)
Tann næstdýrasti í søguni
Andrias Edmundsson skal næstu mánaðirnar royna at gera sítt fyri, at Hellas Verona verður verandi í Serie A.
Feløgini hava ikki upplýst prísin fyri føroyska miðverjan, men grundupphæddin liggur beint undir 20 millónir krónur - flestu miðlarnir og síðan Transfermarket skriva 2.5 milliónir evrir, sum er beint omanfyri 18 milliónir krónur.
Við klasulum kann hetta fara nakrar milliónir upp, men tað er longu greitt, at føroyski miðverjin nu er næstdýrasta sølan hjá Wisla Plock.
Hetta skriva pólskir miðlar, og tað vísir transfermarkt.com eisini. Tað er bert Arkadiusz Reca, pólski vinstri bakkurin, sum Wisla Plock hevur selt fyri eina størri upphædd. Hetta var í 2018, og tað var eisini til Serie A: Atlanta keypti Reca úr Wisla Plock fyri 3,7 milliónir.
Sí eisini: Endaliga Staðfest: Andrias Edmundsson til Hellas Verona
25-ára gamli toftamaðurin er greitt dýrasti føroyingurin í søguni.
Andrias Edmundsson hevði sáttmála til og við juni 2027. Tað kom fram fyri jól - Wisla Plock bar tíðindini - at føroyingurin "hevði longt sáttmálin við einum ári". Summi hava undrast á hetta, serliga tá hugsað verður um útsagnirnar hjá Andriasi í síðstu viku.
Tað er ikki púra í tráð við sannleikan: Tá Wisla Plock flutti upp síðsta summar, varð ein klasulur í sáttmálanum hjá toftamanninum av sær sjálvum longdur við einum ári: Til juni 2027.
![]()
Úr ljósabláum og hvítum og meira myrkt blátt og gult: Andrias Edmundsson varð avdúkaður í dag (Mynd: Hellas Verona)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald