Sambært fleiri altjóða tíðindafólki, sum í stóran mun arbeiða við flytingum, so er stórur áhugi fyri Andriasi Edmundsson úr Onglandi.
Hetta í felagnum Oxford United sum er næstniðast í næstbestu ensku deildini.
Les meira: Felag í næstbestu ensku deildini hevur bjóðað uppá Andrias Edmundsson
Sambært Tomasz Włodarczyk er tað nýggjasta, at Wisla Plock hevur takkað nei til eitt tilboð úr Onglandi.
Aðrir miðlar endurgeva eisini søguna
Her skuldi talan verið um eitt leigutilboð, við møguleika fyri gera hetta til eina "fasta" avtalu millum liðini um Andrias Edmundsson.
Úr Póllandi ljóðar, at Wisla Plock als ikki er sinnað at sleppa sínum føroyskum verjuskansa, og "man er róligur um støðuna". Plock er í løtuni oddalið í Ekstraklasa og spælir fyrsta dystin eftir vetrarsteðgin sunnudagin 1. februar.
Tomasz Włodarczyk frá ítróttarmiðlinum meczyki.pl, við umleið 190.000 fylgjarum, vil vera við, at "Edmundsson er freistaður av møguleikan at venda aftur til Stóra Bretland" (spældi í Sunderland sum ungdómsleikari).
Hetta eru ikki váttaði tíðindi. Andrias Edmundsson, sum hevur sáttmála við Plock til og við juni 2027, hevur tó áður ikki afturvíst einari flyting næstu tíðina.
Á sosiala miðlinum X í gjár skrivaði nevndi tíðindamaðurin eisini, at Oxford eftir øllum at døma fer at koma við einum keypsboði. Flytingarvindeygað í Onglandi letur aftur mánakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald