2024-06-16 12:05
Føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen hevur fyrrapartin róð seg til eitt triðjapláss í A-finaluni í einskullara hjá monnum á World Cup-stevnuni í Póllandi.
Harvið tryggjaði miðvingurin sær eitt bronsuheiðursmerki við tíðini 7.03.42
Fyrstur á mál var nýsælendski Thomas Mackintosh við tíðini 7.00.49, og á øðrum plássi var Damir Martin úr Kroatia við tíðini 7.03.25.
Hetta var seinasta kappingin áðrenn OL í París, sum byrjar í juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald