Fótbóltur

Yambere gevst í KÍ

Hann hevur longst heim, og nú er greitt, at miðverjin vendir heim til konu og børn í Bordeaux.

Cedric Yambere (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Cedric Yambere (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-30 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ og miðverjin Cedric Yambere hava í dag gjørt avtalu um, at hann gevst í KÍ og vendir heim til konu og børnini í Bordeaux.

Hesum boðar KÍ frá í kvøld.

- Góðu klaksvíkingar, tíðin er komin til, at eg fari heim aftur til mína kæru familju. Eg hevði viljað, at mítt ævintýr í KÍ endaði øðrvísi, men eg má ásanna, at fótbóltur kann eisini vera eirindaleysur, sigur Cedric við heimasíðuna hjá KÍ.

- Eg gloymi ikki, at frá fyrsta degi í Klaksvík kendi eg meg sera vælkomnan í Kl-familjuna. Liðfelagaðar og áskoðarar hava tikið ímóti mær við opnum ørum. Tíðarskeiðið her í KÍ fari eg at minnast alt lívið við gleði.

Tað hevur verið kent í felagnum, at leikarin hevur longst heim, sigur KÍ.

Flytingarvindeyga í Fraklandi letur aftur í kvøld, so nú var lagaliga løtan at enda samstarvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder