Tá A-landsliðið mándadagin vandi í Runavík mánakvøldið vandu yvir 100 ungir fótbóltsleikarar hjá NSÍ og B68 saman við landsliðnum. Eftir at tey høvdu stuttleika sær eina løtu, fór landsliðið undir sjálva venjingina.
- Landsliðið er fyri øll, og tí er umráðandi, at vit koma meir runt landið við okkara A-landsliði, tá umstøðurnar loyva tí. Tiltakið í Runavík eydnaðist sera væl, og tað eru vit ótrúliga glað fyri, og vit vóna og vænta eisini, at fleiri sovorðin tiltøk verða gjørd komandi ár, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF við heimasíðuna
Sum fyrireiking til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta hevur A-landsliðið vant regluliga á Tórsvølli, síðani Betri-deildin endaði. Nú mánadagin var venjingin við Løkin í Runavík í staðin, har børn sluppu at síggja venjingina og eisini venja við eina løtu.
Sí fleiri myndir á heimasíðuni hjá FSF
FSF skrivar á heimsíðu sínari, at áðrenn sjálv venjingin byrjaði av álvara, fingu børn frá NSÍ og B68 møguleikan at sparka og spæla saman við landsliðsspælarunum, og tiltakið eydnaðist sera væl. Aftaná venjingina skrivaðu spælararnir autografar, og børnini fingu sunkist frá MBM.
Í kvøld klokkan 18.00 venur landsliðið venur aftur á Tórsvølli. Eftir venjingina verður sjálvur hópurin til seinastu dystirnar í ár úttikin.
Les meira her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald