Fótbóltur

Yvir 150 dystir fyri Brøndby: Nú í 07 Vestur

Frederik Holst er í góðum fótbóltsaldri og hevur nógvar royndir á høgum stigi - serliga í Norðanlondum. Nú verður 28-ára gamli danski miðvallarin at síggja í Betrideildini.

Steffen Landro og Frederik Holst saman í Sørvági í kvøld. Hetta kann gerast veruligur fongur hjá 07 Vestur - Holst hevur ein langan lista av dystum á høgrum stigi (Mynd: 07 Vestur)

Steffen Landro og Frederik Holst saman í Sørvági í kvøld. Hetta kann gerast veruligur fongur hjá 07 Vestur - Holst hevur ein langan lista av dystum á høgrum stigi (Mynd: 07 Vestur)

2024-03-12 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við spælara, sum nokk hevur flottari CV og royndir enn flest aðrir spælarar hava havt í føroysku kappingini.

Soleiðis skrivar felagið á Facebook-síðu sínari í kvøld. Sum vit skrivaðu um fyrr í dag, so var so at siga alt uppá pláss, og nú er sáttmáli undirskrivaður millum 07 vestur og Frederik Holst

28 ára gamli danin hevur nógvar royndir á hægsta stigi. Hann var eitt stórt talent í stórfelagnum Brøndby IF, og byrjaði longu sum 17 ára gamal inni á besta liðnum - sum tá tann yngsti nakrantíð í søguni hjá felagnum. Holst spældi eisini samanlagt yvir 70 U-landsdystir fyri øll U-landsliðini hjá Danmark, harav 22 U21-landsdystir og millum annað í endaspølum.

Miðvallarin var leingi fastur maður í Brøndby, og sambært transfermarkt.com gjørdist talan um 155 dystir fyri besta liðið hjá Brøndbu. Síðani varð Fredrik Holst seldur til Sparta Rotterdam í bestu niðurlendsku deildini, og spældi Holst 30 dystir ta eina kappingarárið í Niðurlondum.

[object Object]
Umframt at hava spælt nakað yvir 200 dystir í fremstu norðurlendsku deildunum, hevur 28-ára gamli miðvallarin roynt seg í Niðurlondum. Her í nærdysti við Tyrel Malacia í 107. Frederik Holst hevur eisini 20 evropeiskar dystir á baki. 

Leiðin gekk síðani til Elfsborg í Allsvenskan, og har gjørdist talan um yvir 100 dystir. Frederik Holst hevur eisini umboðað Helsingborgs IF í Svøríki, Lillestrøm og Noreg, og seinast hevur hann havt nakrar dystir í Rumenia. Samanlagt hevur nýggi 07 Vestur spælarin 20 dystir í Europa league og Conference league

- Talan er um ein sera aggresivan og hartarbeiðandi spælara. Hann spælir á verjukenda miðvøllinum og kann eisini spæla sum høgri bakkur, skrivar 07 Vestur.

Frederik Holst er tann tíggjundi útlendski spælarin, ið kemur til 07 Vestur í vetur og greitt tann við best "CV". Spurningurin er so, um fleiri spælarar skriva undir, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur fríggjadagin klokkan 16. Sum skilst er Sonni Ragnar Nattestad eitt gott boð.

07 Vestur tapti 2-0 í 1. umfari í Betrideildini. Sunnudagin vitjar liðið hjá Steffen Landro í Fuglafirði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder