
Frá tí at atgongumerkini til Føroyar - Litava vórðu sett til sølu mánadagin 10. mars, gingu ikki nógvir tímar til tey fyrstu umleið 2.000 atgongumerkini fóru.
Tíðliga í seinastu viku vóru øll sitiplássini við Tjarnir farin, og nú snýr tað seg um standipláss.
Plássi eru fyri umleið 3.000 fólkum til landsdystir Við Tjarnir. Í viðtalu við Portalin eftir dystin hjá monnum móti Niðurlondum segði Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, at man sum heild er væl nøgdur við tað fyriskipanarliga. Tó eru ting, sum skulu betrast.
- Tó var heldur long bíðrøð til sølubásarnar, og tað fara vit hyggja eftir saman við teimum, sum standa fyri høllini. 3.050 fólk er heldur nógv, og vit fara so ikki at selja fleiri atgongumerki til standiplássini framyvir.
Sí eisini: - Ógvuliga keðiligt at fólk vilja gagnnýta stóra áhugan
Harvið eru undir 500 atgongumerki eftir til spenanndi uppgávuna hjá kvinnunum, sum í sínum fyrsta heimadysti við Tjarnir skulu royna at taka eitt stórt fet móti HM-endaspælinum.
Dysturin verður spældur mikudagin 9. apríl. 13. apríl spæla liðini seinna dystin í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald