Hetta er stórt vikuskifti fyri føroyskan fótbólt, nú 1. umførini í tveimum teimum fremstu deildunum hjá monnum og í fremstu deildini hjá kvinnum vóru á skránni. Í dag er tað tað heilt stóra; Betrideildin hjá monnum byrjar.
Í gjár vunnu KÍ og ÍF/Víkingur/B68 í fyrsta umfari í Betrideildini hjá kvinnum. Í næstbestu deildini hjá monnum var eisini fult umfar:
1.deild menn:
1 | 09.03.19 | 15:00 | Víkingur | EB/Streymur | 3-2 |
1 | 09.03.19 | 15:00 | B68 | B36 | 1-1 |
1 | 09.03.19 | 15:00 | B71 | SKÁLA | 0-0 |
1 | 09.03.19 | 15:15 | KÍ | HB | 1-0 |
1 | 09.03.19 | 17:30 | NSÍ | 07 Vestur | 0-2 |
(Talva: fsf.fo)
Merkisvert var, at B36, ið flutti upp sum nummar tvey úr 2. deild, fekk stig á Svangaskarði. 17-ára gamli Andrass Johansen legði B36 á odda beinanvegin. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik javnaði ein annar ungur og evnaríkur leikari; Bárður Ólavsson Jensen. Hin uppflytarin fekk útjavnað 2-2 leiðsluna hjá Víkingi í Leirvík, men 16-ára gamli innskifti Aron Jarnskor Ellingsgaard avgjørdi við brotssparki fimm minuttir fyri leiklok.
07 Vestur flutti niður, og er favorittur at flyta upp. Í gjár hevði liðið ein á pappírinum truplan útidyst í Runavík. NSÍ endaði í fjør nummar 2 við fleiri ungum og evnaríkum leikarum, men hevur m.a. mist Steffan A. Løkin, ið nú er í EB/Streymi. Vágamenn vunnu 2-0 við Løkin; Salomon Kwao og Hørður Egilsson vóru málskjúttar.
Málleyst var á Sandi, og tað var nær við at enda tað við Djúpumýru, har HB var á vitjan. Men í yvirtíðini tryggjaði fyrrverandi HB-leikarin, Bárður Johnsson Heinesen, heimaliðnum ein søtan sigur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald