
Øll liðini hava nú spælt tvær ferðir. Tað vil siga, at 32 dystir eru leiktir, nú ellivu leikdagar eru farnir afturum í HM í Russlandi. 85 mál eru skoraði, harav 40 % eru komin uppá deyðbóltar. 16 brotsspark eru dømd – longu meira enn í Brasilia í 2014, tá 14 brotsspørk vóru givin.
Seks lið hava tryggjað sær víðari luttøku. Komandi dagarnar verður greitt, hvørji 10 koma afturat, og hvussu endastøðirnar í bólkunum verða.
Tað er stórur spenningur í summum bólkum; aðrastaðni eru tað bert dystir um fyrsta plássið, ið eru áhugaverdir. Fleiri lið eru longu úti og hava dystir uttan stórvegis týdning.
Soleiðis eru støðurnar í bólkunum eftir tvey umfør, og soleiðis er dystarskráin komandi dagarnar:
(Liðini í grovum eru víðari; liðini í kursiv eru sligin út - Gev gætur at nú eru bert tvey leiktíðspunkt, fýra dystir um dagin, og tveir dystir verða leiktir í senn)
Bólkur A:
Russland 6 (+7)
Uruguay 6 (+2)
Egyptaland 0 (-3)
Saudi Arabia 0 (-6)
Í dag kl.15.00:
Uruguay – Russland
Saudi Arabia – Egyptaland
Bólkur B:
Spania 4 (+1)
Portugal 4 (+1)
Iran 3 ( 0)
Marokko 0 ( -2)
Í kvøld kl.19.00:
Spania – Marokko
Iran – Portugal
Bólkur C:
Frakland 6 (+2)
Danmark 4 (+1)
Avstralia 1 (-1)
Peru 0 (-2)
Í morgin kl.15.00:
Avstralia - Peru
Danmark - Frakland
Bólkur D:
Kroatia 6 (+5)
Nigeria 3 (0)
Ísland 1 (-2)
Argentina 1 (-3)
Í morgin kl.19.00:
Ísland - Kroatia
Nigeria - Argentina
Bólkur E:
Brasilia 4 (+2)
Sveis 4 (+1)
Serbia 3 (0)
Kosta Rika 0 (-3)
Mikudagin kl.19.00:
Serbia – Brasilia
Sveis - Kosta Rika
Bólkur F:
Meksiko 6 (+2)
Týskland 3 (0)
Svøríki 3 (0)
Suður Korea 0 (-2)
Mikudagin kl.15.00:
Suður Korea - Týskland
Meksiko- Svøríki
Bólkur G:
Ongland 6 (+6)
Belgia 6 (+6)
Tunesia 0 (-4)
Panama 0 (-8)
Hósdagin kl.19.00:
Panama - Tunesia
Ongland - Belgia
Bólkur H:
Japan 4 (+1)
Senegal 4 (+1)
Kolumbia 3 (+2)
Pólland 0 (-4)
Hósdagin kl.15.00:
Japan – Pólland
Senegal - Kolumbia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald