Fótbóltur

Yvirlit: FA Cup í gjár

Manchester City vann stórsigur og Leicester tapti.

Mynd: Skysports

Mynd: Skysports

2019-01-07 06:42 Author image
Ari av Rana

Átta dystir vórðu spældir í ensku steypakappingini FA Cup í gjár. Manchester City vann ikki minni enn 7-0 á Rotherham United, meðan mesta óvæntaða úrslitið var at Leicester tapti 2-1 móti Newport County.

Eitt annað Premier League lið tapti eisini móti lægri mótstøðu, tá Fulham tapti 2-1 á heimavølli móti Oldham Athletic. Fjórða Premier League liðið, Watford, vann 2-0 á Woking.

Úrslitini í gjár:

Fulham - Oldham Athletic 1-2

Manchester City – Rotherham United 7-0

Millwall – Hull City – 2-1

Preston North End – Doncaster Rovers 1-3

Queens Park Rangers – Leeds United 2-1

Sheffield United – Barnet 0-1

Woking – Watford 0-2

Newport County – Leicester City 2-1