Seinasti dagurin á oyggjaleikunum á Gibraltar var í dag. Síðstu heiðursmerkini vóru vunnin, men tíverri einki gull.
Samanlagt hava Føroyar vunnið 22 gull, 11 silvur og 27 bronsuheiðursmerkir. Tað er í løtuni óvist um øll úrslitini eru komin inn hjá hinum oyggjasamfeløgunum, men sum tað sær út nú liggja Føroyar á einum triðja plássi í samlaða yvirlitinum.
Elin Heðinsdóttir Joensen handaði Sarah Vallin og Rigmor Napoleonsdóttir Arge bronsurnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
Alda Sigursdóttir Lamhauge, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Oddvør Josepsen, Maria Biskopstø vunnu óvæntað bronsu í 4x400 metrum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Enn eitt silvur til Rebekku Fuglø (Mynd: Jens Kr. Vang)
Frælsur ítróttur
Hálvmarathon lið, Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Sarah Vallin (bronsa)
800m, Rebekka Fuglø (silvur)
4x400m, Alda Sigursdóttir Lamhauge, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Oddvør Josepsen, Maria Biskopstø (bronsa)
Systrarnar Rakul Mikkjalsdóttir og Anna Mikkjalsdóttir tryggjaðu Føroyum einasta heiðursmerki í borðtennis hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)
Borðtennis
Tvímansleikur kvinnur, Rakul Mikkjalsdóttir og Anna Mikkjalsdóttir (bronsa)
Skjóting
Olympic trap, Alex Johannesen (silvur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald