Fótbóltur

Yvirlit: Hesi 16 liðini eru til reiðar til áttandapartsfinalurnar

Tað verður talan um nakrar spennandi dystir í februar.

Salah tryggjaði liðnum hjá Klopp víðari luttøka. Liverpool er ein av teimum sera sterkum tvey`arum
(Mynd: EPA)

Salah tryggjaði liðnum hjá Klopp víðari luttøka. Liverpool er ein av teimum sera sterkum tvey`arum (Mynd: EPA)

2018-12-13 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystirnar í gjárkvøldið er endaliga greitt, hvørji 16 lið skulu spæla í áttandapartsfinalunum í Champions League.

Bólkavinnarar: 
Borussia Dortmund
Barcelona 
PSG
Porto 
Bayern 
Manchester City 
Real Madrid 
Juventus
 

Tvey'arar: 
Atletico Madrid 
Tottenham 
Liverpool 
Schalke
Ajax 
Lyon
AS Roma 
Manchester United


Lutakastið verður mánadagin, og næstan líkamikið hvussu tað fellur, so verður talan um spennandi uppgerðir, tá Champions League byrjar aftur miðskeiðis í februar.

Liðini sum enda nummar eitt kunnu møta liðum, ið enda nummar tvey; tó kunnu lið frá sama landið ikki hittast enn (t.d kann City ikki trekkja Liverpool og Dortmund kann ikki trekkja Schalke)  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder