Leygarkvøldið 10. juni var ársins Fimleikagalla í Silo í Havn, og í hesum sambandi vórðu ársins heiðrar latnir.
Yvirlit yvir, hvørji vórðu heiðrað í gjárkvøldið, sæst niðanfyri:
Ársins amboðsíðkari á mannfólkasíðuni: Vilhelm Seyer
Vilhelm Seyer, frá Fimleikafelagið Ljósið, vinnur fyri Ársins amboðsíðkari hjá dreingjum/monnum. Hann hevur gjørt fimleik í nógv ár. Hann er áhaldandi og blívur við at gera framstig. Hann er ein umhugsin íðkari at hava á liðnum. Altíð klárur at hjálpa til við teimum yngru íðkarunum.
Ársins amboðsíðkari á kvinnusíðuni: Astrið Nanly Breckmann
Astirð Nanly Breckmann, frá Havnar fimleikafelag, vinnur ársins amboðsíðkari hjá gentum/kvinnum. Ferð eftir ferð hevur Astrið prógvað at hon er ein av dugnaligastu amboðsfimleikarunum í Norðanlondum. Hon leggur støðið fyri føroyskan amboðsfimleik frameftir, og úrslitini tala fyri seg.
Ársins venjari/venjaratoymi í estetiskum fimleiki: Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórsdóttir, smágentur Norma
Lea Sundberg Eliasen og Gertrud Tórdóttir, venjarar hjá smágentunum Norma frá Ljósinum, vinna ársins venjaratoymi í estetiskum fimleiki. Eldhugaðar, raskar og nærlagdar í venjingunum. Tær stremba altíð eftir at gera fimleikararnar betur, teimum eydnaðist at vinna greipuna við teirra liði í ár, og vit ivast ikki í at tær fara at menna nógvar ungar fimleikarar framyvir.
Vit eru heppin at hava tvær tílíkar eldsálir, bæði sum venjarar og sum ein stór hjálp í felagnum.
Ársins venjari/venjaratoymi á mannfólkasíðuni í amboð: Rúni Lamhauge
Rúni Lamhauge vinnur ársins venjari á manssíðuni.
Fimleikafelagið Støkk hevur í ár havt tann heiður at hava føroyskan høvuðsvenjara, sum er Rúni Lamhauge.
Hann hevur saman við sínum toymi megnað at lyft tekniska støðið við áhaldandi at søkja sær kunnleika, frá professionellum venjarum uttanlands.
Í vár var toymið saman við fimleikarunum á venjarlegu í Íslandi. Har fingu tey nógvan íblástur, av tí at tey vandu saman við íslendskum fimleikarum á høgum støði.
Rúni stendur á odda fyri hvørjari venjing og megnar hann, saman við toyminum, at fáa eldhugaðar fimleikarar, sum við støðugari venjing betra sín fysiska form, og við tað at toymið samstarvar væl, mennast fimleikararnir bæði kropsliga og sálarliga.
Ársins venjari/venjaratoymi á kvinnusíðuni í amboð: Venjararnir í kappingarliðinum hjá Flog, Remi, Sólgerð og Anna
Venjararnir í kappingarliðinum hjá Flog, Remi, Sólgerð og Anna, vinna ársins venjaratoymi hjá gentur/kvinnum. Uppá tvey ár hevur hetta toymið megnað at fáa góð úrslit; við trimum íðkarum á liðinum til FM, fingu tey eina gullmedalju og eina bronsumedalju við heim. Harafturat eru fleiri íðkarar sum hava klárað seg væl til góðkenningarnar, sum hava verið í ár.
Tey hava verið málrættað og megnað, at lyfta liðið uppá kappingarniveau og íðkararnir hava ment seg, bæði mentalt og fysiskt.
Nevndin er sera errin av hesum venjaratoyminum og vit hava góðar vónir um komandi kappingarár.
Ársins drakt: Smágentur Luna
Smágentur Luna úr Støkk vinna fyri ársins drakt. Henda draktin hevur ein serstakan ljósareyðan lit, ið veruliga skínur ígjøgnum. Draktin hóskar seg serstakliga væl til fimleikararnar á liðinum, og er sera hóskandi til teirra aldur. Drakt og rørslur hóska væl saman og saman við festliga tónleikinum fellur alt í eina hægri eind.
Ársins stjørnuskot: Aleksandra Fríðudóttir
Aleksandra Fríðudóttir, frá fimleikafelagnum Støkk, er ársins stjørnuskot. Hon hevur tikið seg sera nógv fram hetta fimleikaárið. Hon hevur megna at flutt seg tvey stig upp í ár, og vunnið gull á bita og silvur í all round til FM. Hon hevur viljan, stílin og hjarta fyri fimleikinum. Hon gevst ikki fyrr enn hon hevur nátt sínum málum. Við sínum flotta stíli, vilja at gerast betur og ágrýtni, kann hon koma sera langt í fimleikinum.
Ársins lið: Kvinnuunglingar Rósan
Kvinnuunglingarnir Rósan, frá Støkk, vinnur ársins lið. Tær hava aftur í ár megnað at tikið seg fram. Við eldhugaðum venjarum og íðkarunum hava tær aftur í ár víst, at tær saman megna at lyfta støðið á estetiska fimleikinum í Føroyum.
Ársins seria: Gentur Svalan – Jenni Merra og Mira Syrjala eru koreografar
Gentur Svalan, frá fimleikafelagið Støkk, vinna ársins seriu. Jenni og Mira hava gjørt seriuna hjá Svaluni, ið veruliga hóskar seg til íðkararnar á liðinum.
Koreografarnir handan seriuna hava megnað at rakt støðið á íðkarunum sera væl, soleiðis at tær á tann hátt fáa brúkt sínar dygdir til fulnar.
Ársins heiður
Felagsliðið hjá Fimleikafelagnum Støkk vinnur Ársins Heiður. Felagsliðið er eitt nýtt átak hjá Støkk, ið byrjaði tá hetta fimleikaárið fór av bakkastokki. Liðið er fyri øll tey, ið dáma væl at gera fimleik og sum ynskja fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar. Høvuðsendamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum. Fyri at luttaka á felagsliðnum er einasta krav, at tú longu ert íðkari ella venjari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár.
Felagsliðið var sera væl móttikið og heili 65 støkkarar vóru partur av liðnum. Íðkararnir vóru ein góð blanding av kvinnum, monnum, gentum og dreingjum - bæði innan breidd og kappingarfimleik. Á henda hátt fingu vit samantvinna ymsu fimleikagreinarnar í felagnum. Liðið framførdi til árligu fimleikaframsýningina hjá Støkk í mars og tók lut sum gestalið í framsýningini hjá Flog. Eisini vóru øll á venjingarlegu í februar mánað. Støkk hevur lagt stóra orku í hetta nýggja átakið hjá felagnum, og hevur sera góðar vónir um at liðið fer at vaksa og økja áhugan at gera fimleik og styrkja bæði breiddar- og kappingarfimleikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald