Hondbóltur

Yvirlit: Hesi vóru tey bestu í føroyskum hondbólti í 2024/2025

Turið Arge Samuelsen og Høgni Heinason vórðu kosin bestu spælarar og fingu eisini aðrar stórar heiðrar.

Turið Arge Samuelsen gjørdist eisini enn einaferð toppskjútti og ársins spælari í ár. Høgni Heinason varð eisini valdur ársins stjørnuskot (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Turið Arge Samuelsen gjørdist eisini enn einaferð toppskjútti og ársins spælari í ár. Høgni Heinason varð eisini valdur ársins stjørnuskot (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-05-18 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gallaveitslan hjá hondbóltinum var í gjárkvøldið, leygarkvøldið í Bygdahúsinum á Strondum.

StÍF skipaði fyri tiltakinum, meðan Hondbóltssabambandi skipaði fyri heiðringunum. Tað vóru venjarar, spælarar og miðlar, ið atkvøddu.

Hesi vóru heiðrað:

Ársins leikarar:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Høgni Heinason, H71

Ársins stjørnuskot:
Ró Reginsdóttir, Neistin
Høgni Heinason, H71

Ársins málverjar:
Yui Shibuya, Neistin
Milenko Jelic Jelkan, KÍF

Ársins dómarar:
Jógvan Skeel Nolsøe
Thomas Juul Thomsen

Ársins verjuleikarar:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Tony Hammer Weyhe, KÍF

Ársins áleyparar:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tobias Thisen, Kyndil

Ársins venjarar:
Helgi Hoydal, H71 (kvinnur)
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil (menn)

Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen, 258 mál, Kyndil
Tobias Thisen 182 mál, Kyndil

Ársins lið kvinnur:
Málverji: Jovana Stranjanac, Kyndil
Vinstri vongur: Hervør Niclasen, Neistin
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Miðja: Anna Elisabeth Weyhe, H71
Høgri bakkur: Elsa Egholm, H71
Høgri vongur: Karin Egholm, H71
Strika: Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Ársins lið menn:
Málverji: Milenko Jelic Jelkan, KÍF
Vinstri vongur: Sjúrður Olsen, VÍF
Vinstri bakkur: William Skovsager, Kyndil
Miðja: Høgni Heinason, H71
Høgri bakkur: Tobias Thisen, Kyndil
Høgri vongur: Niklas Gaard, Neistin
Strika: Sakaris Sakarisson, H71

Kelda: Hondbóltssambandið Føroya - á hsf.fo sæst eisini, hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder