Hondbóltur

Yvirlit: Í dag endar bólkaspælið

Ísland kann spæla seg víðari við sigri á Makedónia. Danmark og Norra spæla bólkafinalu, og tað er spenningur um 3. plássið í hinum bólkunum.

Nógvir íslendskir fjepparar eru í München, har alt er uppá spæl í kvøld
(Mynd: EPA)

Nógvir íslendskir fjepparar eru í München, har alt er uppá spæl í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-17 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er 5. og seinasta umfar í bólkaspælinum í HM-endaspælinum á skránni. Tað verður avgjørt hvørji lið koma víðari sum nummar 3 í bólkunum og hvussu nógv stig liðini fáa víðari til millumumfarið.

A: Tað liggur mest til Brasilia, ið vann lykladystin á Russlandi týsdagin. Brasilia skal basa Korea, ið einki stig hevur fingið. Russarar hava eisini ein torføran dyst ímóti Fraklandi, ið spælir fyri at tryggja fyrsta plássið í bólkinum. Serbia skal vinna á týsku vertunum í Berlin og vóna at fáa hjálp í hinum báðum dystunum.

B: Spennandi bólkafinala verður í München í kvøld, tá spaniólar og kroatar hittast. Liðini kappast um at fáa fýra stig við sær til millumumfarið. Ísland og Makedónia spæla avgerandi dyst um at koma víðari saman við Kroatia og Spania. Ísland hevur vunnið tveir dystir í vikuni. Liðið er spennandi og er lítil favorittur ímóti Makedóniu. Tó er lagt upp til eitt brak kl. 17.00.

C: Í Herning skal Eysturríki vinna á Tunesia fyri at koma víðari. Danmark og Norra hava fult stigatal og bresta saman í kvøld um 1. plássið og um at fáa fýra stig við víðari. Jóhan á Plógv Hansen kann væl fáa ein leiklut; meira um tann dystin seinni. 

D: Í seinasta bólkinum, ið verður leiktur í danska høvuðsstaðnum, síggja sviar út til at vera væl sterkast. Teir kunnu staðfesta hetta við sigri á Ungarn í kvøld. Í so fall fær Svøríki fýra stig við sær víðari. Um Egyptaland basir Angola, sum væntað er, so kemur norðurafrikanska liðið víðari. Um egyptar snáva, stendur tað ímillum Argentina og Qatar, ið hittast kl.17.00.

Støðurnar undan seinasta umfarinum og dystarskráin fyri í dag:

Bólkur A: 
Frakland 7
Týskland 6
Russland 4
Brasila 4
Serbia 3

Korea 0

14.30: Brasilia - Korea
17.00: Týskland - Serbia
19.30: Frakland - Russland

Bólkur B: 
Kroatia 8

Spania 4
Ísland 4
Makedónia 4
Japan 0
Bahrain 0

14.30: Bahrain - Japan 
17.00: Makedónia - Ísland 

19.30: Kroatia - Spania

Bólkur C:
Norra 8
Danmark 8

Tunesia 4
Eysturríki 2
Kili 2
Saudi Arabia 0

14.00: Kili - Saudi Arabia
16.30: Eysturríki - Tunesia
19.15: Danmark - Norra

Bólkur D: 
Svøríki 8
Ungarn 6
Egyptaland 3
Argentina 3
Qatar 2
Angola 2

14.30: Egyptaland - Angola
17.00: Qatar - Argentina
19.30: Svøríki - Ungarn 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder