Sjey gull heiðursmerki, trý silvur og fýra bronsur tað sum triði dagurin á oyggjaleikunum á Gibraltar gav til Føroyar.
Tað gevur Føroyum eitt triðja pláss í samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Á odda eru Isle og Man við 16 gullmerkjum og Jersey á øðrum plássi við 15 gull.
Aftur í dag var tað serliga í svimjingini og í judo, at Føroyar vunnu heiðursmerki. Men óvæntað vann Lýdia Poula Simonsen bronsu í kúluvarpi.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svam seg til gull í 1500m frí (Mynd: Sverri Egholm)
Svimjing
1500m frí, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (gull)
400m blandað, Alvi Hjelm (gull)
200m frí, Alvi Hjelm (silvur)
200m frí, Óli Mortensen (bronsa)
100m ryggsvimjing, Signhild Joensen (gull)
50m bringusvimjing, Róland Toftum (gull)
4x50m blandað, Føroyar (bronsa)
Lýdia Poula Simonsen bronsu í kúluvarpi (Mynd: Sverri Egholm)
Rebekka Fuglø vann silvur í 1500 metrum (Mynd: Sverri Egholm)
Frælsur ítróttur
Kúluvarp, Lýdia Poula Simonsen (bronsa)
1500m, Rebekka Fuglø (silvur)
Sigmundur Johansen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Judo
78 kilo, Sanna Nolsøe Djurhuus (silvur)
81 kilo, Búgvi Poulsen (gull)
90 kilo, Sigmundur Johansen (bronsa)
100 kilo, Petur Sigurð Johannesen (gull)
Yvir 100 kilo, Edvard Johannesen (gull)
Almenna heiðursmerkjayvirlitið sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald