Hondbóltur

Yvirlit: Til reiðar til hálvfinalurnar í Fraklandi

Evropameistararnir úr Noregi eru úti av EM; Danmark er liðugt í kappingini.

Tað rakk ikki til hálvfinalupláss hjá Veronicu Kristiansen og Norra í EM
(Mynd: EPA)

Tað rakk ikki til hálvfinalupláss hjá Veronicu Kristiansen og Norra í EM (Mynd: EPA)

2018-12-12 23:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag varð seinasta umfar í millumumfarinum í EM í kvinnuhondbólti leikt. Øll tólv liðini í Fraklandi vóru í eldinum, og greitt er nú, at Russland, Frakland, Holland og Rumenia eru til reiðar til hálvfinaluna.

Norra hevur vunnið EM sjey ferðir og í seks av teimum sjey seinastu endaspølunum, hava norsku kvinnurnar lyft steypið. Hóast Norra vann greitt á Spania, so rakk tað ikki til víðari luttøku. Norra skal spæla móti grannunum úr Svøríki um 5. plássið friggjadagin, tá hálvfinalurnar eisini vera.

Danmark vann seinnapartin eftir tríggar ósigrar á rað, men er nú úti av EM.  

Bólkur A:

Danmark-Montenegro 24-23 (15-11)

Svøríki-Russland 39-30 (18-17)

Serbia-Frakland 28-38 (14-28)


1. Russland 8 

2. Frakland 7 

3. Svøríki 5

4. Danmark 4

5. Montenegro 4 

6. Serbia 2 

 

Bólkur B: 

Spania-Norra 26-33 (17-18)

Ungarn-Rumenia 31-29 (17-17)

Niðurlond-Týskland 27-21 (13-11)

 

1. Holland 8 

2. Rumenia 6 

3. Noreg 6 

4. Ungarn 6 

5. Týskland 4 

6. Spania 0


Hálvfinalurnar - Fríggjadagin 14/12:
16.30: Russland - Rumenia
20.00: Holland - Frakland

Dystur um 5. plássið: 13.00: Svøríki - Norra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder