Fótbóltur

Yvirlit: Trý lið jagstra nú HB

HB setti tingini uppá pláss í 2. hálvleiki móti Skála og tekur mikukvøldið ímóti KÍ, ið vann 4-1 á Víkingi í kvøld. Týskvøldið hittast liðini, ið eru næstan jøvn við KÍ og sum vunnu trygt í gjár.

Skála helt málið reint í 1. hálvleiki í Gundadali, men tað endaði við, at oddaliðið fekk trý mál og trý stig (Mynd: Sverri Egholm)

Skála helt málið reint í 1. hálvleiki í Gundadali, men tað endaði við, at oddaliðið fekk trý mál og trý stig (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-13 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

7. umfar í Betrideildini er nú av. Fýra dystir endaðu við trý-máls sigri til heimaliðið, og tað eru tey liðini ið mynda topp-fýra: HB hevur framvegis fult stigatal, meðan NSÍ, KÍ og B36 renna aftaná. B36 og NSÍ spæla í Gundadali týskvøldið, og HB og KÍ hittast mikukvøldið. Víkingur er gliðið nakað afturum og skal í komandi viku spæla grannauppgerð og uppgerð um 5. plássið móti ÍF, sum spældi málleysan javnleik í Trongisvági í dag.


Leygardagin 13.06
TB - ÍF 0-0

HB - Skála 3-0 (0-0)
51' Pætur Petetersen
59' René Shaki Joensen (Heri Hjalt Mohr)
66' Øssur Dalbúð (br.)

KÍ - Víkingur 4-1 (2-1)
9’ Jóannes Bjartalíð (br.) 1-0
28’ Lukasz Cieslewicz (Bogi Reinert Petersen) 1-1
38’ Odmar Færø (Jóannes Bjartalíð) 2-1
55’ Jóannes Kalsø Danielsen 3-1
89’ Alessio Hyseni (Boris Dosljak) 4-1

Myndir: KÍ - Víkingur
Odmar Færø: Ikki so glaður út - men tað var eg
Eyðun Klakstein: Tapa dystin ov lætt

7. umfar í Betrideildini: 
Fríggjadagin 12.06

B36 - EB/Streymur 4-1 (2-0)
16' Sebastian Pingel (Árni Frederiksberg) 1-0
41' Michal Przybylski (Stefan Radosavljevic) 2-0
50' Michal Przybylski (Meinhard Egilsson Olsen) 3-0
69' Símun Sólheim (Magnus Jarnskor) 3-1
89' Meinhard Egilsson Olsen 4-1

Myndir: B36 - EB/Streymur

NSÍ - AB 3-0 (2-0)
4' Klæmint Andrasson Olsen (Salmundur Bech)
23' Bárður Jógvansson Hansen (Jann Benjaminsen)
87' Petur Knudsen 3-0

Les eisini: 
B36 og NSÍ vunnu tryggar sigrar

Støðan: 
1. HB (21 stig) 
2. NSÍ (16 stig) 
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig) 
6. ÍF (10 stig) 
7. EB/Streymur (6 stig) 
8. TB (2 stig) 
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig) 

Komandi dystirnir: 
Týskvøldið 16.06: 
B36 - NSÍ
AB - EB/Streymur

Mikukvøldið 17.06: 
Skála - TB
HB - KÍ 
Víkingur - ÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder