2018-07-10 13:58

Einki sær út til at forða fyri at Evropa League dysturin millum KÍ og Zalgiris verður spældur í morgin.
Ivamál var um hvat fór at henda, tá flogfarið hjá SAS, sum Zalgiris skuldi flúgva við í gjár, ikki fór úr Keypmannahavn, tí at mjørki var í Vágunum.
Dysturin, sum upprunaliga skuldi verða klokkan 17 í dag varð fluttur til í morgin klokkan 17. Dysturin skal spælast á ovaravølli í Gundadali.
Flogfarið hjá SAS lendi fyri løtu síðani, og við umborð var mótstøðuliðið hjá KÍ, Zalgiris úr Vilnius úr Litava. Tí bendir alt á at dysturin verður spældur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald