2019-01-10 09:44
Í desember skrivaði svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, undir nýggjan eitt ára sáttmála við MLS-felagnum Los Angeles Galaxy.
Sostatt er hann nú best lønti leikarin í MLS kappingini.
Við nýggja sáttmálanum, er upphæddin á gamla sáttmálanum, sum hann skrivaði undir, tá hann skifti frá Manchester United til Los Angeles Galaxy í mars í fjør, fimmfaldað, skrivar TV2.
Svenski áleyparin kemur at forvinna 7,2 milliónir dollarar (46,93 milliónir krónur) sambært nýggja sáttmálanum.
Í fyrsta kappingarárinum fyri Los Angeles Galaxy skoraði 37 ára gamli Zlatan Ibrahimovic 22 mál, men liðið megnaði ikki at koma víðari til endaspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald