
Á sosiala miðlinum Twitter endaðu vinmenninir Zlatan Ibrahimovic og David Beckham í vinarligum kjaki um HM fjórðingsfinaluna millum Ongland og Svøríki, ið verður í dag, og soleiðis endaðu teir við at gera eitt veddimál um úrslitið av dystinum.
Svenski fótbóltsspælarin, ið í løtuni spælir við Los Angeles Galaxy, skrivaði soleiðis á Twitter:
"Yo David Beckham, um Ongland vinnur, so bjóði eg døgurða hvar enn í heiminum tú hevur hug til. Men vinnur Svøríki, so keypir tú mær akkurát tað eg vil í Ikea. Ok?"
Tað gekk ikki leingi, áðrenn Beckham svaraði:
"Zlatan Ibrahimovic, vinnur Svøríki, so skal eg persónliga fara í Ikea við tær og keypa tær júst tað, tú vilt hava til tína nýggju borg í Los Angeles. Men tá Ongland vinnur, so skal tú koma og hyggja eftir dysti á Wembley ílatin enskari landsliðsblusu og eta fisk og kips í hálvleikinum".
"Tað liðið, ið klárar best at handfara kenslurnar hevur fyrimunin," sigur Zlatan, sambært TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald