Í nátt føroyska tíð svam Signhild Joensen innleiðandi kapping í 100 metrar ryggsvimjing. Hetta var fyrsta føroyska umboðanin til HM á langgeil í ár.
18-ára gamli svimjarin av Norðoyri hevði tilmeldingartíðina 1:03:01. Tá Signhild kom á mál varð greitt, at tíðin var 1:04:04. Signhild endaði nummar 44 av teimum 63, sum svumu. 16 komu í hálvfinalurnar.
Vit fingu stutta viðmerking Signhild Joensen úr Gwangju. Hon var ikki heilt nøgd, men hon legði tað fyri dagin, sum hon megnaði:
- Eg fór eftir at svimja mína bestu tíð, men tað gekk tíverri ikki hesaferð. Eg føldi tó, at hatta var tað besta sum eg kundi gera í dag.
Signhild hevur eina kapping eftir. Tað verður fríggjadagin í 200 metrar rygg:
- 200 er mín sergrein, so nú havi eg nakrar dagar av venjing, og so vonandi verður tað betri tá.
Í nátt skal Óli Mortensen royna seg í 800 metrar frí. Havnarmaðurin svimur í fyrsta heatinum og hevur tilmeldingartíðina 8:11.77. Óli fer í hylin klokkan 03.05 føroyska tíð.
Til ber at síggja HM 2019 á FINAtv fyri eitt gjald.
Annað
- Fór eftir at svimja mína bestu tíð men tað gekk ikki hesuferð
Signhild Joensen endaði á 44. plássi í 100 metrar rygg til HM í Suðurkoera. Hon svam eitt sekund verri enn sína tilmeldingartíð.
Signhild Joensen - her í hylinum á Gibraltar til Oyggjaleikirnar (Mynd: Sverri Egholm)
2019-07-22 14:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald