Mikudagin 8. apríl boðar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá, at tað verður møguligt at kappast aftur 9. mai. Hetta kemur óvart á Ítróttarsamband Føroya:
- Vit eru ikki eftirspurd ella kunnaði í tilgongdini – hvørki tá alt steðgaði, ella tá gjørt varð greitt, at ítrótturin kann byrjað spakuilga aftur. Vit hava fingið boðini gjøgnum miðlarnar. Vit hava síðani fyrstu fráboðanina frá myndugleikunum allatíðina tilmælt útfrá tí politiska.
Hetta er bara eitt av punktunum, ið hevur vakt undran og frustratión hjá Elini Heðinsdóttir Joensen og hinum í ÍSF:
- Politiski myndugleikin sigur eitt, og heilsufakligi myndugleikin sigur eitt annað. Tað er vorðið greitt, at Korona-ráðgevingin ikki hevur sama ”hugburð” sum landsmyndugleikarnir, ið heldur ikki hava gjørt greitt, hvar lá aftanfyri avgerðina at siga, at ítrótturin kann fara í gongd aftur. Vit kundu hugsað okkum at vita: Hvat hugsar man, tá man ætlar at lata upp?
Forkvinnan sigur, at Korona-ráðgevingin kemur við heilusfakligum atlitum, ið siga: Ikki fara í gongd so skjótt.
Korona-ráðgevingin varð sett í verk av júst myndugleikunum beint áðrenn páskir. Hon skuldi verða við til at hjálpa ymiskum pørtum av samfelagnum í gongd aftur – millum annað ítróttinum.
Les eisini: Ítrótturin skipast i samstarvi við korona-ráðgevingina
Kundu byrja - men burdu ikki
Summi sambond hava fingið boð frá Korona-ráðgevingini, ið ikki samsvara við boðskapin frá landsmyndugleikunum, og Elin Heðinsdóttir Joensen sigur, at tað er eisini ymiskt, hvørji boð ymisku sambondini fáa
- Ítróttargreinarnar eru sjálvandi ymiskar, men vit sakna í høvuðsheitinum eina greiða linju. Summi sambond hava ikki fingið svar enn, og í fleiri førum tykist tað sum um, at er upp till hvønn einstaka leikara at avgerða: - ”Vil eg spæla ella ikki?” Soleiðis eigur tað ikki at verða í hesum førinum
Forsetin í Ítróttarsambandi Føroya sigur við Portalin, at tey eftirlýsa at fáa at vita frá myndugleikunum, hvør tankin aftanfyri at byrjað ítróttin aftur er, og hvussu tað skal útførast:
- Sum talið av heilt fáum ella ongum tilburðum heldur fram - meira svong blíva fólk eftir ítrótti. ÍSF hevur einki ímóti, at ítrótturin kemur í gongd aftur. Vit vilja tó ikki, at ítrótturin í Føroyum skal gerast ein stór smittukelda. Vit vita, at tað kann til dømis ávirka íðkarar, familjur teirra og arbeiðslívið, um smitta brýtur út.
Elin Heðinsdóttir Joensen upplýsir fyri Portalinum, at tey fremstu innan fótbólt og svimjing venja. Annars eru tey flestu sambondini undir ÍSF í bíðustøðu – summi bíða eftir svari frá korona-ráðgevingini.
Í hondbólti, flogbólti og kurvabólti eru kappingarárini endaði farnu vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald