Annað

Øll sleppa at íðka og kappast frá 9. mai – men uttan áskoðarar

Tilmælini um reinføri, frástøðu og ikki at savnast í stórum fólkamongdum skulu framvegis haldast.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-08 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast næmingar frá 4. flokki og uppeftir ikki sleppa í skúla enn av ótta fyri smittuspjaðing, so sleppa tey at íðka ítrótt aftur frá 9. mai at rokna.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum og harvið eisini ítróttamálum, á tíðindafundi seinnapartin.

[object Object]Jenis av Rana (Mynd: Sverri Egholm)

Tá løgmaður fyrrapartin kunngjørdi, at landsstýrið aftur fer at loyva ítróttakappingum frá 9. mai at rokna – altso góðar tvær vikur eftir, at latið er upp fyri ansing og skúlagongd hjá teimum yngstu – elvdi hetta til fleiri spurningar í føroyska ítróttaheiminum.

Er hetta galdandi fyri allar aldursbólkar, eisini tey, sum ikki sleppa í skúla, er ein teirra.

- Ja, tað er tað, segði Jenis av Rana landsstýrismaður á fundinum.

Og upp á spurningin um hetta merkir, at ítróttafólk kunnu fara undir sínar venjingar áðrenn, tí neyðugt er at vera í venjing áðrenn farið verður í kapping, segði landsstýrismaðurin – nakað drálandi – eisini ja.

Tilmælini eru tey somu
Men bæði á fundinum fyrrapartin og fundinum seinnapartin í dag, varð gjørt vart við, at tilmælini frá myndugleikunum um at halda frástøðu, halda reinføri og ikki at savnast í stórum mongdum framvegis eru galdandi.

Seinasta tilmælið merkir, at tað ikki verða áskoðarar til ítróttakappingarnar og –dystirnar, ið verða hildnir frá 9. mai.

Undantak má takast frá tilmælinum um at halda frástøðu, tí tað ber ikki til í einum bóltdysti og heldur ikki umborð á einum kappróðrarbáti, til dømis.

Tí eru allir spurningar ikki svaraðir enn, og nýstovnaða koronaráðgevingin undir Arbeiðs- og brunaeftirlitinum kann sostatt vænta sær nógvar spurningar komandi tíðina, sum fara at snúgva seg um ítróttartiltøk í komandi tíðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder