Fótbóltur

- Álopið hjá okkum sær út til at vera øgiliga gott

- Og tað eydnast eisini væl at royna 5-1 verjuskipanina við Jákupi Egholm fremst, tó at verjan sum heild skal standa betur, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen, U19-landsliðsvenjari.

Føroyar vunnu 36-33 í venjingardysti móti Íslandi á Eiði í gjár. Spælt verður aftur í Vestmanna klokkan 16 í dag (Mynd: Andrei Antal)

Føroyar vunnu 36-33 í venjingardysti móti Íslandi á Eiði í gjár. Spælt verður aftur í Vestmanna klokkan 16 í dag (Mynd: Andrei Antal)

2023-07-23 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-manslandsliðið spældi í gjár sín fyrra venjingardyst móti Íslandi hetta vikuskiftið. Hetta er ógvuliga týðandi liður í fyrireikingum til HM-endaspælið í Kroatia í næsta mánaða, staðfesti venjarin Hjalti Mohr Jacobsen fyri Portalinum eftir dystin á Eiði:

- Hesir venjingardystirnir hava nógv at siga. Vit spæla ikki so nógvar dystir - hetta liðið hevur ikki spælt saman síðani EM-endaspælið í Montenegro í fjør, og tað eru ellivu mánaðir síðani. Tað er nakað annað at venja, hygja eftir video o.s.fr, og so veruliga at royna tað í dysti, so vit fáa brúkt hetta vikuskifti móti íslendingum til heilt nógv.

Les eisini: U19: Skoraðu 36 mál og vunnu á Íslandi

Føroyar vunnu dystin 36-33, og tað var nógv at vera nøgdir við hjá venjaranum. Serliga álopsspartinum og nakað nýtt í verjuni við blaðungum hoyvíkingi sum fremsta manni. 

- Millum annað dekka vit nógv 5-1 við Jákupi Egholm fremst, sum vit ongantíð hava roynt áður. Tað er gott at fáa data uppá tað, og tað sá út til at eydnast øgiliga væl - Jákup fangaði millum annað nakrar bóltar. Álopið hjá okkum sær eisini út til at vera øgiliga gott. Vit spæla okkum til góðar møguleikar í næstan hvørjum álopi, og tað er ótrúliga gott

[object Object]
Ísland hevði torført at steðga Óla Mittún (11 mál og nógv upplegg) umframt nógvum øðrum hjá Føroyum (Mynd: Andrei Antal/HSF)

[object Object]
Jákup Egholm varð kosin besti vinstri vongur í European Open - fyri U17-lið herfyri. 15-ára gamli hoyvíkingurin skoraði næstflest mál í kappingini, og hevur hann eisini ein sereginleika at verja álopskent (Mynd: HSF)

Hjalti Mohr Jacobsen staðfestir eisini, at man møtir einum góðum íslendskum liði, og føroyska liðið hevði ávísar trupulleikar í verjupartinum á Eiði. Tað er slíkt, ið arbeiðast skal við í seinna dystinum móti Íslandi, sum verður í Vestmanna seinnapartin, og fram til endaspælið í Kroatia fyrst í august.

Føroyar og Ísland spæla klokkan 16 í dag. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo. HM- endaspælið byrjar 2. august. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder