Fríggjakvøldið og sunnukvøldið er evropeiskur hondbóltur á skránni í høllini á Hálsi. H71 skal spæla tveir dystir móti RK Maribor Branik úr Slovenia. Hetta er í 2. umfari í EHF Challenge Cup, og tað er fyrstu ferð í átta ár, at eitt føroyskt manslið spælir evropeiskar dystir. Seinast var tað Neistin, ið var í Evropa fýra á rað og fekk nøkur góð úrslit.
Les eisini: Stórt vikuskifti fyri framman hjá H71 og føroyskum hondbólti
Hoyvíkingar skulu nú undir eina stóra uppgávu og sambært høgra vonginum, Pæturi Thomsen, merkist hetta hesa vikuna í Hoyvíkshøllnini, har H71 fyrireikar seg væl:
- Vit royna sjálvandi at fyrireika okkum so væl sum møguligt til dystirnar ímóti Maribor. Tað skal ikki vera nøkur loyna, at fyrireikingarnar til ein altjóða dyst eru eitt vet gjøllari samanborið við fyrireikingarnar til ein dyst í heimligu kappingini. Hugt verður eftir sjónbondum av hvørjum einstøkum leikara hjá Maribor, og venjingarnar eru meira taktiskar. Bæði nevndin og onnur sjálvboðin rundan um felagið gera sítt til, at vit á liðnum fáa bestu umstøðurnar fram til dystirnar, og tað merkist, at spenningurin er sera stórur.
Hoyvíkingar hava vunnið FM trý ár á rað, og nú er evropeiska gularótin eisini har hjá leikarunum:
- Hendan avbjóðingin hevur nógv at siga fyri okkum. Vit hava sæð fram til dystirnar ímóti Maribor, síðani avgerð bleiv tikin um, at vit skuldu royna okkum í Europa Cup. At sleppa at royna seg í Evropa hevur avgjørt verið ein motivatión hjá liðnum sum heild.
22-ára gamli vongurin var við á U21-landsliðnum til HM endaspæli í Algeria í 2017. Har royndi hann seg ímóti sterkum tjóðum. Nú fær hann, saman við hinum hoyvíkingunum, seg royndan á evropeiska pallinum. Sambært Pæturi er talan er um eitt sterk mótstøðulið – bæði so og so – og klókur hondbóltur og ein hørð verja er millum lyklarnar hjá H71 í vikuskiftinum:
- Slovenska deildin tykist at vera á einum hægri støði samanborið við føroysku deildina. Um leikararnar hjá Maribor vita vit, at teir eru væl fyri kropsliga. Teir eru bæði hægri og tyngri enn leikararnir, ið spæla í føroysku kappingini. Í stuttum skulu vit royna at spæla klókan hondbólt undir okkara fyritreytum. Vit skulu hava eina harða verju, ið ikki loyvir teimum at koma lættliga til skot, og har vit fáa steðga spælinum hjá teimum. Í álopinum mugu vit spæla klókt og vera tolnir, soleiðis at vit koma fram til bestu kjansirnar.
Pætur Thomsen og H71 hava vunnið FM trý ár á rað - nú skulu teir royna seg móti útlenskari mótstøðu (Mynd: Sverri Egholm)
Maribor hevur gingið við til, at báðir dystirnir verða leiktir í Føroyum. Hetta kann avgjørt vera til gangs fyri H71, sigur Pætur Thomsen, ið vónar at høllin verður full og stuðlar teimum móti málinum:
- Heimavøllurin hevur avgjørt stóran týdning hjá okkum ímóti Maribor. Vónandi koma vit at síggja eina fullsetta høll á Hálsi, har hondbóltsáhugaði í Føroyum kunnu standa saman og kempa saman við okkum, soleiðis at vit fáa eitt so gott úrslit sum møguligt á altjóða pallinum. Stuðulin frá áskoðarunum hevur nógv at siga hjá okkum leikarum, og kunnu áskoðararnir eisini seta eitt trýst á mótstøðuliðið, ið kann verða til okkara fyrimun.
Vit spyrja at enda Pætur, hvat eitt gott úrslit er fyri H71 er:
Hetta er fyrstu ferð, at H71 roynir seg í Europa, og tí er ringt at siga, hvat er eitt gott úrslit ímóti Maribor. Vit vita, at uppgerðin verður trupul, men vónandi kunnu vit standa eftir sum vinnarar, tá ið báðir dystirnir eru spældir.
Fyrri dysturin millum H71 og RK Maribor Branik verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19. Sunnukvøldið klokkan 19 er seinni dysturin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald