- Tað eru sjálvsagt nógvar kenslur, tá tað er slíkur dystur, og tá man missir ein sigur í yvirtíðini. Tí er tað torført at viðgerða nú, og tað er tungt, tað má eg viðganga.
Håkan Ericson var nakað hugtungur stutt eftir seinasta bríksl á Tórsvølli í gjárkvøldið. Tað var svárt fyri svian og hansara menn at missa sigurin á stokkinum móti Armenia. Høvuðsvenjarin hjá manslandsliðnum sá høvuðsmyndina á hendan hátt:
- Avrikið hjá okkum, tá vit millum annað hugsa um góðu mótsstøðuna, er sum heild nóg mikið til og hevur eitt virði á trý stig. Tó skal eg eisini stafesta, at eftir spælinum og dystarmyndini so er júst eitt stig helst tað mest rættvísa. Bæði í mun til, at Armenia hevur bóltin rímiliga nógv og eisini skapar nakrar góðar málmøguleikar.
Les eisini: Tveir minuttir frá trimum stigum
Tað var eftir hornaspark í 92. minutti, at útiliðið javnaði til 2-2. Rímiliga rættvíst útfall, sum venjarin vísir á, men Føroyar kundu væl vunnið hendan dystin. Serliga tí at álopskendu útskiftingarnar hjá venjaratoyminum í 2. hálvleiki gjørdu mun: Beint eftir tíman komu Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen inn og nakrar minuttir seinni Adrian Justinussen.
- Sum vit tosaðu um áðrenn á tíðindafundinum, so varð arbeitt við einaru "byrjanaruppstilling" og einari "endauppstilling". Vit høvdu góð álopskend vápn á bonkinum til hendan dystin. Av tí at Brandur og Bjartalíð hava spælt so fáar dystir í ár, og fyri stuttum eru byrjaðir at venja fult aftur, so mettu vit, at tað ikki var besta, at teir byrjaðu inni. Eru tó glaðir fyri teir gjørdu mun í kvøld.
Spurdur um summir av hesum helst byrja inni til týdningarmikla dystin móti Lettlandi sunnudagin, svaraði Håkan Ericson smílandi, at "tað fáa vit at síggja". Tað kundi venjarin ikki avsanna.
Håkan Ericson og toymi raktu rætt á fleiri økjum í gjár. Nú snýr tað seg um at byggja á og fáa trý stig Lettland sunnukvøldið - og harvið yvirhála liðið í bólkinum, sum Føroyar mest kunnu sammeta seg við (Mynd: Andrei Antal)
Bjartalíð var nær við at gera stóra hetjan á Tórsvølli. Innskifti miðvallarin hevur verið skaðadarvaður so at siga alt 2024 (Myndir: Andrei Antal)
Portalurin spurdi eisini, um man kendi seg óhepan eftir triðja dystin í Nations League - at Føroyar ikki fingu trý stig, tá Jóannes Bjartalíð millum annað hevði risamøguleika at økja stutt eftir 2-1 málið, og tá 2-2 málið kom so seint og á heldur tilvildarligan hátt
Soleiðis vildi 64-ára gamli sviin ikki beinleiðs lýsa tað og viðurkendi aftur: Føroyar vóru ikki greitt omaná móti Armenia, so tí hevði tað verið skeivt at sagt, at javnleikur ikki var rættvíst - tó skaptu Føroyar aftur fleiri góðar støður, og var heildaravrikið helst tað besta í 2024.
Tað kann føroyska liðið byggja á til dystin móti Lettlandi sunnudagin. Nærum ein lagnudystur um hugt verður eftir støðuni í bólkinum: Um Føroyar ikki vinna, so sær tað tungt út, í mun til at koma av aftasta plássinum. Hetta plássið kann geva niðurflyting til Deild D.
Føroyar hava útidystir í Armenia og Norðurmakdónia eftir í november. Lettland vann á Føroyum í september, men hevur staðið seg væl verri enn Føroyar móti hinum liðunum: Tapt við trimum móti báðum. Í gjár var tað í Riga móti Norðurmakedónia, sum Føroyar fingu stig ímóti á heimavølli.
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar - í gjár, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
Føroyar - Armenia 2-2 (1-1)
37' Jann Benjaminsen 1-0
44' 1-1
86' Jóannes Bjartalíð 2-1
90 (+3)' 2-2
Áskoðaratal: 1.852
Støðan:
1. Norðurmakedónia 7 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 2 stig
Sunnudagin, 13.10, klokkan 19.45 taka Føroyar móti Lettlandi í lykladysti um at halda sær í deildini.
Sí eisini - video:
Bjartalíð: - So nær við sum tað kann verða
Jann Benjaminsen: - Nógv venjing sum gav úrslit
Andrias Edmundsson: - Síggi í øllum førum ikki at vit skulu niður í D-deildina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald